Trygdarmiðstøð verður styrkt

Leiðarin á Brandskúlanum við Áir undrast yvir verklagslógaruppskotið hjá Bjørn Kalsø um trygdarmiðstøð í Klaksvík, sum hann heldur verða ógrundað. Men bæði Marius Magnusson, leiðari á Trygdarmiðstøðini, og Bjørn Kalsø, landstýrismaður afturvísa hesum

Bjørn Kallsø hevur lagt uppskot um verklagslóg fyri Tingið, um at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík skal hava nýggj hølir. Sambært uppskotinum skulu 40 milliónir setast av tey næstu fýra árini til at byggja eina venjingarhøll og undirvísingarhølir. Uppskotið liggur nú í Vinnunevndini.

Signheðin Davidsen, leiðari fyri Trygdardepilinum við Áir, undrar seg yvir, at pengar verða settir av til eina útbygging av Trygdarmiðstøðini í  Klaksvík, uttan at nøkur almenn verkætlan fyriliggur.

- Vita politikarar, hvat teir játta pengar til? Eg havi í øllum førum onga verkætlan sæð, sigur Signheðin Davidsen, sum undrar seg yvir at tosað verður um 40 milliónir uttan at nakar veit hvørjar útrokningar hetta byggir á.

Men sambært Bjørn Kallsø, lanstýrismanni, byggir uppskotið ikki á leysar ætlanir, men á eina frágreiðing sum ein bygginevnd saman við Landsverk hevur gjørt.

- Bygginevndin hevur ikki avgjørt, hvussu bygningarnir skulu síggja út. Men ein tørvsmeting er gjørd, og prísurin er roknaður út eftir tí kvadratmetur prísi, sum vit hava í dag. Bygging er dýr í dag, og tí kann tað gott vera, at samlaði kostnaðurin endar við at vera bíligari, sigur Bjørn Kallsø.

Sambært uppskotinum skulu tvær milliónir setast av í ár, 6 milliónir næsta ár, 15 milliónir árið eftir, og síðani restina í 2010.

Marius Magnusson, leiðari á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík, sigur, at útbygging er alneyðug, tí undirvísingarhøli mangla, og ein innandura venjingarhøll ger tað møguligt at hava venjingar allar dagar.

- Onkur politikari hevur undrað seg yvir, at vit byggja høll til venjingar, tí bjargingar úti burdu verið meira veruleikakendar. Men inni í høllini vera illveðursgeneratorar. Vit fáa tí eitt kontrollerað illveður, og tað gevur eitt betri flow í arbeiði hjá okkum, sigur Marius Magnusson


Tveir ymiskir stovnar

Býtið millum Klaksvík og Áir er í dag, at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík tekur sær av trygdarskeiðum fyri sjómenn, meðan Brandskúlin tekur sær av eldsløkkingarskeiðum.

Brandskúlin við Áir fekk í ár 1,3 milliónir á fíggjarlógini, har eru 5 starvsfólk og á leið 300 skeiðsluttakarar um árið. Játtanin til Trygdarmiðstøðina í Klaksvík var um 3 milliónir í ár, har eru 5 starvsfólk og á leið 1000 skeiðsluttakarar.

Ein partur av rakstrinum verður goldin ígjøgnum brúkaragjald. Við Áir gjalda skeiðsluttakarar til dømis 4.500 fyri eitt tríggjar daga skeið, meðan luttakarar á trygdarskeiði í Klaksvík gjalda 1.000 kronur fyri eitt fýra daga skeið.

Við Áir verður brúkaragjaldið ásett á staðnum alt eftir, hvussu nógv leiðslan heldur, at skeiðið kostar. Í Klaksvík er støðan ein onnur. Marius Magnusson, leiðari á Trygdarmiðstøðini, sigur, at gjaldið hjá teimum verður ásett í Fiskimálaráðnum.

- Av byrjan tíð vildi táverandi landstýrismaður í Fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, hava tað so bíligt sum møguligt, men í dag hava vit fingið prísin upp á 1.000 krónur, greiðir Marius Magnusson frá.

Stovnarnir báðir hoyra eisini til hvør sítt ráð. Brandskúlin Við Áir hoyrir undir Mentamálaráðið, meðan Trygdarmiðstøðin liggur undir Fiskimálaráðnum.


Kjakið um samanlegging

Í álitinum frá 2001 vóru fyrimunir og vansar við at velja annað hvørt Áir og Klaksvík gjøgnumgingnir, og har var ein av nevndu fyrimununum við støðini við Áir, at hon lá í miðstaðarøkinum.

Marius Magnusson heldur ikki, at spurningurin um samanlegging er avkláraður, men í Trygdarmiðstøðini eru tey ikki áhugað í, at stovnarnir vera lagdir saman.

- Hjá okkum liggur tað slett ikki í kortunum at leggja saman. Vit byggja ikki brandskúla, men betra umstøðurnar fyri tey trygdarskeið, vit longu hava, sigur Marius Magnusson.

Harumframt heldur hann ikki, at stovnarnir eru klárir at leggja saman. Teir eru undir hvør sínum ráðið, og hvørgin starvsfólkabólkur hevði verið lættur at flutt, heldur hann.

- Stovnarinir fungera nóg væl í dag, og tað er pláss til báðar stovnar, sigur Marius Magnusson.

Leiðarin á Brandskúlanum Við Áir, Signheðin Davidsen, er ikki samdur. Honum hevði dámt best, at øll trygdarútbúgving varð savnað á einum stað.

- Niðurstøðan í einum álitið frá 2001 um, hvussu karmarnir um trygdar- og eldsløkkiútbúgvingar kunnu samskipast, var, at skilabest var at leggja eina samlaða trygdarmiðstøð við Við Áir, greiðir Signheðin Davidsen frá.

Álitð í 2001 var gjørt av einum arbeiðsbólki, sum var settur av táverandi landstýrismanni í mentamálum, Torbjørni Jacobsen, saman við eini verkfrøðingafyritøku.

- Mett var tá, at ein verkætlan fyri  Við Áir hevði kostað á leið 32 milliónir, meðan tað hevði kostað 48 milliónir, at útbygt í Klaksvík, sigur Signheðin Davidsen, sum undrast yvir, at politikarar ikki fylgja einum áliti, sum teir sjálvir hava biðið um.

Men Marius Magnussen sigur, at álitið frá 2001 ikki tekur støðu til, um stovarnar skulu leggjast saman, men er ein meting av, hvat er skilabest at gera eftir samanlegging.

Bjørn Kallsø, landstýrismaður, sigur at uppskotið ikki hevur nakað við samanlegging at gera. Men í samband við viðgerðina í tinginum, varð tosað eitt sindur um hetta.

- Men mítt uppskot byggir á eitt ynski um at skapa umstøður á verandi stovni. Hetta hevur leingi ligið í kortunum. Tí skeiðini eru lógarkravd, og hesi krøv gerast vantandi strangari í framtíðini, sigur lansstýrismaðurin.