Bæði flogfarið við danska forsætisráðharranum, Anders Fogh Rasmussen, og flogfarið við formansskapinum i Fólkatinginum fóru aftur til Bergen at bíða eftir líkindum fyrrapartin mikudagin.
Men áðrenn forsætisráðharrin kom so langt sum til at venda aftur yvir Føroyum, varð hann seinkaður ein heilan tíma í Kastrup.
Orsøkin var, at tá flogfarið hjá Atlantsflog skuldi fara til Føroya, var eitt av ferðafólkunum burtur. Ferðafólkið hevði skrivað seg inn, og viðførið var farið umborð. Kallað varð á viðkomandi, sum kortini ikki kom til fráferðarportrið, og tískil varð gjørt eftir forskriftunum, soleiðis at alt viðførið mátti takast út aftur fyri at finna tað viðførið, sum so ikki skuldi við.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, sigur, at tey fingu so í minsta lagi váttað, at trygdin virkar. Men ferðafólki, sum voldi støðuna í Kastrup, slapp ikki við flogfarinum, tá viðkomandi endiliga kom fram, sigur Magni Arge.
?Tað var nokk ikki orsakað av hjartatilburði ella slíkum, at hetta ferðafólki ikki svaraði, tá kallað varð á viðkomandi, sigur hann.
Við flogfarinum hjá Maersk Air, sum eisini vendi aftur til Bergen mikudagin, var formansskapurin í Fólkatinginum, sum eisini skuldi koma til Føroya at vitja.
Føroysku móttøkunevndinar gingu mannsterkar á flogvøllinum allan fyrrapartin, men mátti til fánýtis bíða.