Trygging bjóðar føroyingum kreppuhjálp

Hjá Betri Trygging siga tey, at fólk, sum hava ferðatrygging hjá Betri Trygging, og sum vóru stødd í Field's í gjár, kunnu fáa sálarfrøðihjálp gjøgnum tryggingina.

 

– Kundar, sum hava ferðatrygging hjá Betri Trygging, og sum antin vóru til staðar í Fields, tá skottilburðurin fór fram – ella eru avvarðandi hjá onkrum, sum var til staðar – hava rætt til kreppuhjálp, skrivar tryggingarfelagið.

– Tørvar tær kreppuhjálp her og nú: Ring til SOS á +45 38 48 91 22 ella skriva til SOS: sos@sos.eu

Tørvar tær at tosa við sálarfrøðing í sambandi við hendingina ein av komandi døgunum: Ring so til okkum á 348 – Vit eru klár at hjálpa tær og tínum