Tað er eftir øllum at døma fallið leiðsluni á Tryggingarfelagnum Føroyar fyri brótstið, at Sosialurin í gjár viðgjørdi nógv hækkaðu tryggingargjøldini á nýteknaðum tryggingum fyri gamlar bilar ? bilar, sum eru eldri enn frá 1993.
Tað var á heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum, at Sosialurin kundi finna sær upplýsingarnar um, hvussu nógv dýrari tað verður at tryggja gomlu bilarnar eftir nýggju skipanini í mun til ta gomlu skipanina. Í nógvum førum er talan um ein prísvøkstur upp á fleiri túsund krónur um árið.
Á internet-heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar hevði felagið sett upp talvur, har tú sum brúkari kundi tasta bilin inn ? og síggja, hvussu nógv tú skuldi gjalda fyri ymsu tryggingarnar.
Tað bar eisini til at bera saman prísirnar í nýggju og í gomlu skipanini.
Ein sera hentur, ein sera áhugaverdur og ein sera kundavinarligur møguleiki.
Men tað ber ikki til longur, tí beint eftir at Sosialurin hevði tosað við forstjóran á Tryggingarfelagnum, Jens Petur Arge og Niels Juel Akraberg Poulsen á biltryggingini, sum báðir váttaðu, at talan var um stóran prísvøkstur við nýteknaðum tryggingum fyri gamlar bilar, varð gjørt av, at kundarnir hjá Tryggingarfelagnum Føroyar ikki longur skuldu sleppa at síggja, hvussu stórur prísmunurin var.
So tá Sosialurin í gjár visti at siga lesarum, at teir funnu hesar upplýsingar á heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar (www.trygging.fo) ? og lesararnir kortini ikki funnu teir, so er tað ikki tí, at Sosialurin hevur lumpað lesaran.
Orsøkin er, at Tryggingarfelagið Føroyar ikki longur vil upplýsa hesar prísir á internetinum.