Hvirlan er felag, sum er stovnað fyri at menna áhugan fyri frælsu ítróttirnar – í breiðasta týdningi – millum børn og ung. Hetta verður gjørt við at geva so nógvum børnum sum gjørligt møguleikan fyri at fáa eina fjølbroytta venjing, soleiðis at tey hvørt tey mennast bæðið sum menniskju og ítróttarfólk kunna byrja at venja meira málrætta innan einstøku greinarnar, og harvið blíva ein tíðandi partur av framtíðar elituni innan føroyskan ítrótt.