Sponsoravtala
Føroysku bogaskjúttarnir plaga vanliga at teljast millum liðini, sum vinna skreyt heim til Føroya á Oyggjaleikum. Tað er sjálvandi eisini málið hesa ferð, og líkindini skuldu verið minst líka góð, sum tey plaga at vera. Ikki minst, nú sersambandið hevur gjørt eina góða sponsoravtalu við Trygginarfelagið.
– At vit nú fyri fyrstu ferð í fleiri ár aftur hava ein høvuðsstuðul, hevur sjálvandi nógv at siga fyri okkum. Í smærru ítróttargreinunum eru tað ofta tey somu, ið skulu standa fyri arbeiðinum, sum eisini eru virkin sum skjúttar, so við einum góðum høvuðsstuðli fáa vit nú betri møguleikar at hugsa um sjálva skjótingina, sigur Per Holm Andersen, sum er næstformaður í Bogaskjótideildini.
Hann fegnast um, at avtalan eisini ger tað møguligt at stuðla skjúttum til uttanlands luttøku umframt sjálvar Oyggjaleikirnar.
Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar sigur, at tað ikki var serliga torført at taka avgerðina um, at tryggingin skuldi gerast høvuðsstuðul hjá Bogaskjótideildini, tí her eru eygsæð nógvir møguleikar – bæði nú og í komandi tíðini.
- Tá vit tosa um, at føroyskur ítróttur umboðar land okkara væl uttanlands, slepst ikki uttan um teir sera røsku bogaskjúttarnar, ið vinna Føroyum heiður og æru, hvørja ferð eitt høvi er til tað. Ikki minst í sambandi við Oyggjaleikirnar, har bogaskjúttarnir seinnu mongu árini hava átt bróðurpartin av vunnu gullheiðursmerkjunum, sigur hon.