Tryggir vágamenn

FS Vágar halda framvegis kósina, og leygardagin gjørdist talan um enn ein sigur til einaráðandi oddaliðið

2. deild

Tosið í Vágunum snýr seg sjálvandi framvegis um fótbóltin, har felagsliðið í oynni longu hevur tryggjað sær uppflytingina. Í hesum døgum er tað tó ikki so nógv stigatalvan, sum tosið snýr seg um. Heldur eru tað tey, sum bera ótta fyri, at vágamenn skulu fáa alt ov nógv mál, tí soleiðis sum árið hevur háttað sær, hevur tað verið ein dýr uppliving hjá teimum, sum teknaðu málpartabrøv undan kappingarárinum.

Í so máta sluppu tey tó hampuliga bíliga, tá FS vitjaði B36, sum undan dystinum var á næst fremsta sessinum.
Tað var kanska væntandi, at talan skuldi gerast um ein sera javnan dyst, men fyrst og fremst sýndi hetta, at tað er stórur munur á FS Vágum og so hinum í deildini. Gaman í kom sigurin til høldar við tveimum brotssparksmálum, sum Jens Erik Rasmussen sendi í kassan, men yvir høvur høvdu gestirnir tamarhald á í samfullar 90 minuttir.?
Sum sagt, so var sigurin ein staðfesting av, at vágamenn hava so nógv tað besta liðið í deildini í ár, men hinvegin staðfesti hetta eisini, hvussu jøvn restina av liðunum í deildini eru. B36 er ? hóast tapið - framvegis á silvurplássinum í deildini, men tað skal tó ikki nógv kiksa, fyrr enn hetta er mist.
Við tveimum dystum eftir er munurin niður til sjeynda plássið bert tvey stig, so enn er so langt ífrá víst, at talan verður um heiðursmerki av nøkrum slag, hóast liðið hevur verið í topp-3 størsta partin av tíðini eftir summarsteðgin.

B36-FSV 0-2 (0-2)
0-1: Jens Erik Rasmussen (br.)
0-2: Jens Erik Rasmussen (br.)