Skulu vit hava ein náttúruvanlukkugrunn í Føroyum, sum skal vera til reiða at gjalda, tá ið stórar náttúruvanlukkur henda?
Hetta er ein spurningur, sum nú er til viðgerðar í landsstýrinum.
Tað eru stóru skaðarnir, sum hendi í Skálavík og í Hvalba í ódnarveðri í vetur, sum hevur fostrað hendan tankan í landsstýrinum.
Tað var Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, sum bar hugskotið fram sambandi við fíggjarlógina í ár og tað hevur fingið landsstýrið at arbeiða víðari við málinum.
Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, játtaði Løgtingið skálvíkingum 400.000 krónur at gera skaðan aftur fyri og tað er umleið helvtin av tí, sum mett var, at umvælingararbeiðið fer at kosta.
Men hvalbingar, sum eisini heitti á Løgtingið um at hjálpa til við skaðanum í Hvalba, sum kostar sjey ella átta milliónir at umvæla, hoyrdu ikki eitt orð aftur.
- Eg haldi, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit fáa ein náttúrvanlukkugrunn, sum hevur til endamáls at lofta kommunum, sum eru fyri skaðum, sum teimum, ið hendu í Skálavík og í Hvalba, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon sigur, at í ávísum førum, kann tað gerast ómetaliga dýrt fyri eina kommunu at verða rakt av eini náttúruvanlukku, tí í nógvum førum taka tryggingarnar ikki við, eitt nú tá ið havnarløg og molar fara.
Hon sigur, at á landsstýrisfundi fyrr í summar, fekk undirtøku fyri, at vilja kommunurnar vera við til at seta ein samhaldsfastan náttúruvanlukkugrunn á stovn, skal landið eisini vera til reiðar at spjaða til í tann mun tað er neyðugt.
Hon hevur ikki gjørt sær tankar um, hvussu nógv skal standa í einum grunni, sum hesum.
- Men tað er greitt, at skal tað muna nakað, má talan vera um ein sterkan grunn við nógvum milliónum.
Bjørt Samuelsen sigur, at hon hevur verið í sambandi við okkurt tryggingarfelag, men har var sjónarmiðið tað, at tryggingin hevur neyvan áhuga at vera við í einum beinleiðis grunni. Hinvegin kann talan vera um, at tryggingin vil vera við í onkrum fyribyrgjandi tiltøkum.
- Eitt nú hava tryggingarfeløgini stórar útreiðslur av bátum, sum farast í ódnarveðri og tí kundi hugsast, at tey eru sinnað at vera við í fyribyrgjandi tiltøkum, so at bátar verða betri vardir, tá ið teir liggja í bátahylum og havnum.
- Men nakað heilt annað er, at vóru kommunurnar størri og sterkari, hevði tað avgjørt verið ein fyrimunur, tí so høvdu tær eisini sjálvar verið nógv betri førar fyri at átikið sær eitt fíggjarligt bakkast, ið stóðst av eini náttúruvanlukku.
Alt annað enn einfalt
Av tí, at hetta er eitt mál, sum fevnir um kommunurnar, er eisini talan um eitt málsøki, sum liggur undir Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í kommunumálum.
Og hon sigur, at tað er alt annað enn einfalt at skipa ein samhaldsfastan náttúruvanlukkugrunn.
Í veruleikanum eru so nógv ivamál, at hon sigur, at umsitingin í lógmálaráðnum hevur í prinsippinum mælt frá at ein slíkur grunnur verður skipaður.
Men Helena Dam á Neystabø staðfestir, at hóast umsitingin mælir frá, at ein slíkur grunnur verður skipaður, hevur hon gjørt av, at hugskotið skal ikki tyrvast.
- Eg havi gjørt av kanna málið víðari fyri at vita um tað kortini ikki ber til, sigur hon.
Hon sigur, at ivaspurningarnir eru fleiri.
- Eitt stórt ivamál er í fyrsta lagið at nágreina, hvat ein náttúruvanlukka er og nær ein skaði kann verða rindaður úr einum slíkum grunni.
Tað er eisini ein spurningur um, hvussu umvælingarnar skulu fara fram.
- Eitt prinsipp í tryggingarmálum er, at tann skaddi luturin verður gjørdur aftur í sama stand, sum hann var áðrenn skaðin hendi.
- Spurningurin er, um tað skal tað eisini vera endamálið við einum slíkum grunni, ella um skal tað bera til at gera skadda lutin í betri stand aftur enn hann var frammanundan, fyri at forða fyri, at skaði hendir aftur.
Helena Dam á Neystabø sigur, at tað má eisini byrgjast upp fyri, at kommunur fara at spekulera í einum slíkum grunni.
- Tað má ikki vera so, at tá ið kommunur fara undir havnarløg og molar, verður tað bara pjøssa saman við tí fyri eyga at fáa ein vanlukkutryggingargrunn at gera tað aftur í tipp-topp stand, skuldi skaði hent av ódnarveðri.
- Ein spurningur sum eisini skal viðgerast, er, í hvønn mun, tryggingarfeløgini skulu vera við, tí tað kann hugsast, at tey eisini hava áhuga í, at bátar, sum eru tryggjaðir, eisini eru so væl vardir, sum gjørligt, sigur Helena Dam á Neystabø.