Eirikur Lindenskov
Partafelagið TRYGD bjóðar nú út eisini biltryggingar.
Talan er um tvinni sløg av tryggingum, eina fastgjaldsskipan og eina vanliga skipan við stigum, so sum vit kenna tað frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
? Vit hava lagt stóran dent á, at okkara skipan skal vera so einføld, sum gjørligt, sigur Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd.
Hann vísir á, at vanliga tryggingin tí er skipað í fýra stigum, frá 1 til 4.
Her kann tryggingin teknast annaðhvørt sum ein ábyrgdartrygging ella sum ein samansett ábyrgdar- og skrokktrygging.
Meðan Tryggingarfelagið Føroyar býtir bilarnar upp í bilbólkar, so er tað vektin, sum er avgerandi hjá partafelagnum Trygd.
Sum útrokningargrundarlag brúka teir hesar tryngdarbólkar:
Tyngdarflokkur 1: 0-800 kg. T. d. Opel Corsa, Topyta STarlett og Ford Ka.
Tyngdarflokkur 2: 801 - 1000 kg: t. d Ford Escort, Toyota Corolla og VW Golf.
Tyngdarflokkur 3: 1001 - 1200 kg: t.d. Toyota Avensis/Carina og Ford Mondeo.
Tyngdarflokkur 4: 1201-1600 kg: t. d. Audi A4/A6/, Peugeot 406 og BMW 520.
Gjørt verður eisini vart við, at nøkur bilmerki kunnu hava sama snið í fleiri tyngdarflokkum alt eftir motori og útbúnaði. Dieselbilur kann vera í einum hægri tyngdarflokki, enn ein tilsvarandi bilur við bensinmotori.
Vigar bilurin meira enn 1600 kg, eru serligar reglur galdandi.
Við fastgjaldsskipanini bjóðar TRYGD út eina trygging, sum er eitt tilboð til teirra, sum klára at koyra leingi uttan at gera nakran skaða.
? Umframt at tryggingargjaldið er lágt, so fær tryggingartakarin tann fyrimun, at gjaldið ikki hækkar, um hann ger skaða, sigur Christian C. Nielsen.
Fastgjaldsskipanin er fyri omanfyri nevndu fýra bólkar hendan í krónur árliga:
Bólkur 1: 2.600 kr
Bólkur 2: 2.900 kr
Bólkur 3: 3.400 kr
Bólkur 4: 3.900 kr
Verða tølini omanfyri deild við fýra, síggja vit, hvat ársfjórðingsgjaldið verður.
Ein nýggjur Toyota Avensis kostar sostatt 850 krónur í ábyrgdar- og skrokktrygging um ársfjórðingin.
Ein BMW 520 ella ein Audi A6 kostar í hesum bólki 975 krónur at ábyrgdar- og skrokktryggja um ársfjórðingin
Men TRYGD setir sjálvandi treytir til teirra, sum kunnu fáa hesa trygging í boði. Fyri tað fyrsta skal tryggingartakarin verða fyltur 28 ár. Hann skal hava havt egna biltrygging tey síðstu átta árini og í mesta lagi hava havt ein skaða. Virðið á bilinum skal ikki verða hægri enn 350.000 krónur, og tryggingartakarin skal hava allar sínar tryggingar hjá Trygd.
Sjálvsábyrgdin er altíð tann sama, sum árliga gjaldið, tá talan er um fastgjaldsskipanina. Hinvegin er sjálvsábyrgdin altíð 1.000 krónur í vanligu tryggingarskipanini hjá Trygd.
Bilskrokktryggingin fevnir eisini um føraravanlukkutrygging, og verður rindað kr 300.000 við deyða og 500.000 við 100% avlamni.
Christian C. Nielsen sigur, at teirra trygging er einføld og løtt at skilja. Hann vísir kortini á, at ábyrgdartryggingin hjá teimum er væl dýrari, enn hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, og er hetta tí, at tey meta, at ábyrgdartryggingin skal standa mát við tað, sum hon í veruleikanum kostar.
? Men elitubilførararnir hava góðar treytir hjá okkum - og teir eru jú 70% av øllum bilførarunum, sigur Christian C. Nielsen.
Trygd hevur í dag eini 15% av tryggingarmarknaðinum.
? Vit vóna sjálvandi, at hesin bólkur eisini fer at tekna biltryggingarnar hjá okkum - og vit vóna eisini, at vit upp á eitt sindur longri sikt kunnu fáa eini 20% av marknaðinum. Í øllum førum leggja vit dent á ein javnan og tryggan vøkstur í tryggingunum, sigur Christian C. Nielsen.
Trygd hevur sett Steinbjørn í Lambanum í Fuglafirði sum bilsýnsmann. Hann er útgjørdur við nútímans útgerð, farteldu við internetsambandi. Størri bilverkstøðini fáa digitalt myndatól útflýggjað frá Trygd soleiðis, at Steinbjøn í Lambanum ikki altíð nýtist út at hyggja eftir skaðunum - men kann í summum førum sita heima í stovuni og skoða skaðan í telduni.
? Tá tað er neyðugt, fer hann sjálvandi út at skoða skaðan, sigur Christian C. Nielsen a enda.
Trygd seldi fyrstu biltryggingarnar í gjár.