Oljuvinna
Aberdeen: Í oljuvinnuni ? í øllum førum hana, sum vit kenna til ? verður stórur dentur lagdur á trygd og umhvørvi. Oljufeløgini fáa strong krøv at fylgja, og sjálvi eru oljufeløgini eisini komin á lagið, at tað slepst ikki uttanum hetta, og feløgini seta sjálvi alsamt srangari krøv.
Eins og annað arbeiðið í Norðsjónum, ið føroyingar kenna til, er tað ikki heilt vandaleyst at arbeiða umborð á einum oljuboripalli.
Á RGIT í Aberdeen kunnu fólk fáa neyðuga skeiðið, soleiðis at tey eru før fyri at arbeiða umborð á einum oljuboripalli. Sjálvandi er hetta treytað av, at tey hava aðrar góðkenningar upp á pláss, treytað av í hvørjum arbeiðsbólki hesi eru í. Eitt nýta teir í Aberdeen aloftast eitt tvey vikur langt skeið, sum lærir arbeiðsmenn at arbeiða við boriútgerð umborð á boripalli.
RGIT stendur upprunaliga fyri Roberg Gordon Institute of Technology. Hóast nýggir eigarar eru komnir til, so er navnið varðveitt partvíst, og tað eitur í RGIT Montrose, og tað er ein privat fyritøka, ið kallast fyri RGU, ið eigur og rekur RGIT Montrose.
Á skeiðnum, ið vanliga taka hálvan triðja dag skulu næmingar læra um tey neyðugu trygdarviðurskiftini, ið krevjast umborð á einum oljuboripalli ella riggi. Skeiðið tekur samanlagt einar 20 tímar, og næmingarnir skulu ígjøgnum nógv ymisk øvilsir, sum fyri tað nógva ganga fyri seg í einum hyli.
Millum teir meira dramatisku partarnar av skeiðnum er parturin, har ein eftirgjørd tyrla verður blakað hylin og bæði fer undir og rullar runt. Her verða tað - eins og í hinum pørtunum av skeiðinum ? sett hørð krøv til næmingarnar. Teir skulu halda seg undir vatninum í frið í nøkur sekund og skulu síðani svimja út úr eftirgjørda vrakinum. Gjørdu næmingarnir ikki soleiðis var eingin bardóm, og teir vórðu settir at gera venjingina umaftur. Tað fylgja allatíðina fleir hjálparfólk við næmingunum, soleiðis at trygdin allatíðina verður hildið í hásæti.
Tað er eitt sindur ymiskt, hvørji krøv verða sett í teimum ymsu pørtunum av oljuheiminum, men í Norðsjónum er eitt tílíkt skeið nóg mikið, men teir bjóða eisini onnur skeið, alt eftir tørvi.
Altíð ein leiðari
Tað er høgur sum lágur, sum skal á eitt tílíkt skeið, sum vanliga verður rópt fyri eitt HSE-course (Health Safety and Environment). Minstakravið er nevniliga, at øll tey, ið skulu vera nátt umborð á einum boripalli ella riggi skulu hava tikið eitt tílíkt skeið. Tað er sostatt ikki galdandi fyri tey, ið vitja ein pall ein dag. Eisini verða fólk send á skeið av fyritøkunum eftir ávísum áramáli.
á RGIT verður upplýst, at tað í neyðstøðu altíð verður ein leiðari í teimum bjargingarbólkum, sum verða til undir bjargingunum. Tað er næstan sum í filmunum, varð sagt.
Kostnaðurin fyri eitt skeið liggur 500 pund ella gott og væl 6.000 kr. Harafturat hesum kemur so kostnaðurin fyri ferðing og uppihald, soleiðis at tað kann gerast eitt kostnaðarmikið tiltak at fara undir. Mest vanligt eru tað oljufeløgini, ið senda fólk á skeiðini og harvið eisini gjalda fyri tey, men ein og hvør kann melda seg til eitt skeið, og hetta verður eisini sagt at vera eitt skilagott stig, um hugurin til at fara upp í oljuvinnuna.