Tíðliga í vetur hendi umfatandi stormskaði í Hoyvíkshaganum, tá fleiri av brandveggunum, ið arbeiðsfólk hjá byggifyritøkuni J&K Petersen høvdu sett upp, koppaðu. Tað var eitt kvøldið, tá sera nógvur vindur var, at veirarnir, ið skuldu tryggja veggirnar, meðan einki var komið upp at standa millum veggirnar, ikki vóru nóg væl tryggjaðir.
Steinálvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, sigur, at tað var ein menniskjansligur feilur, ið gjørdi at hetta óhappið hendi.
- Veggirnir vóru ikki nóg væl tryggjaðir, onkur feilur var gjørdur, og tí hildu teir ikki í nógva vindinum, sigur Steinálvur Petersen.
Tryggingin tekur við
Óhappið hevur darvað arbeiðinum við at seta samanbygdu sethúsin upp á Heiðum í Hoyvíkshaganum. Enn standa fleiri av grundunum tómar, við bara brandmúrunum uppstillaðum.
Í viðmerking til óhappið við brandmúrunum sigur Steinálvur Petersen, at tryggingin tekur við har, og at annars koyrur alt eftir teimum vanligu mannagongdum.
Tískil kemur hesin menniskjansligi feilurin ikki at kosta fyritøkuni tað heilt stóra, tá saman um kemur.
Eingin mansskaði hendi, tá veggirnir koppaðu, og sum skilst, so eru teir koppaðir meðan einki fólk var til arbeiðis nærhendis.