Ótryggleiki skundar undir átrúnað

Í samfeløgum, har sosialu umstøðurnar eru ótryggar, hevur átrúnaður góðan gróðrarbotn. Í samfeløgum, har sosiali tryggleikin er stórur, og felagsskapurin millum borgararnar er sterkur, er minni tørvur á átrúnaði. USA er sera átrúnaðarligt land orsakað av ótryggum sosialum umstøðum, meðan Danmark er lítið átrúnaðarligt land, tí sosialu umstøðurnar eru betri. Í Føroyum hevur átrúnaður sterkan gróðrarbotn. Kemst tað av sosialum skeivleikum, hóttandi náttúruni ella kanska gomlum vana?

Tá tjóðarinnar fedrar í USA orð­aðu grund­lógina hjá nýggja samveldis­rík­inum, sum hevði tikið loysing frá Ong­landi í 1776, løgdu teir dent á, at fólkastýri og átrúnaður skuldu vera at­skild. Á hendan hátt vóru teir langt framman fyri sína tíð, tí mangastaðni verður enn tosað um, at statur og kirkja eiga at verða skild sundur. Tá danskarar fingu sína grundlóg í 1849, hendi júst tað øvugta av tí, sum hendi í USA. Stað­fest varð, at statur og kirkja hoyrdu sam­an, og kongur og kirkja fingu pláss fremst í grund­lógini, tó at fólkastýrið varð væl lýst.
Við so ymiskum grundlógum skuldi ver­ið sjálvsagt, at USA menti eina sið­venju, har politikkur og átrúnaður vóru greitt sundurskild, og at Danmark menti eina siðvenju, har politikkur og átrúnaður vóru blandað saman. Men so varð ikki. Í USA hendi júst tað øvugta, tí átrúnaður hevur altíð havt eina sterka støðu í samfelagnum. Í Dan­mark er átrúnaðurin veikur og hevur so at siga onki annað eyðsýnt pláss í sam­felag­num enn, at borgararnir gjalda kirkju­skatt, hóast bara ein lítil partur av fólk­inum tímir at ganga í kirkju.
Amerikanski professarin, Phil Zucker­man, ið starvast á universitetinum í Århus, segði mánakvøldið í fyrilestri á DR 2, at munurin millum amerikanska og danska samfelagið, tá um átrúnað ræð­ur, kann tykjast at vera ein løgin and­søgn. Men verður hugt at, hví átrúnaður verður so nógv dyrkaður í USA og nógv minni í Danmark, sæst skjótt, at umstøðurnar hjá fólki hava stóra ávirkan á, hvussu átrúnaðarlig tey eru. Og stórur munur er á, hvussu fólk hava tað í USA og í Danmark.
 
Kenslan av samanhaldi
Í USA eru summi fólk ovurrík og líða onga neyð, men talan er bara um nøk­ur fá prosent av fólkinum. Tey flestu stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, og mong eru eisini fátøk og heimleys. Sjúkratrygging hava ameri­kan­arar onga havt, útbúgving kostar, og nógvur kriminalitetur er í land­inum. Hetta skapar onga veruliga kenslu av samhaldsfesti og ger fólk ótrygg. Fjøltáttaða samansetingin av fólka­sløg­um hevur eisini við sær, at fólk fyri at fáa eina kenslu av samanhaldi taka seg sam­an í átrúnaðarligar samkomur.
Í Danmark og hinum skandinavisku londunum eru sjúkratrygging og út­búgving tryggjað gjøgnum felags­skapin, og kriminaliteturin er minni enn í USA. Fá eru fátøk, og uppaftur færri eru heimleys. Væl­ferðar­samfelagið skapar mill­um fólk eina sterka kenslu av sam­halds­festi og tískil eisini tryggleika. Higartil hava skandi­navisku samfeløgini eisini verið rætt­iliga einsháttað, hvat fólka­saman­set­ing viðvíkur, tó at hetta er farið at broyt­ast. Enn hava fólk tó ikki havt tørv á at fáa eina kenslu av felagsskapi í átrún­aðar­ligum samkomum.
Kirkjan í Danmark er eisini í teirri støðu, at sama hvussu nógvar fjepparar hon hevur, hórar hon undan fíggjarliga, tí hon fær kirkjuskatt. Av tí, at kirkjur og samkomur í USA ikki hava hendan framíhjárætt, hava tær verið noyddar at gera nógv vart við seg sjálvar. Stórir eru skálarnir, har fólk verða boðin innar at lovprísa Várharra. Góðir eru tón­leikabólkarnir, sum spæla har, og karismatiskir eru prædikumenninir, ið hava orðið. Amerikanskar kirkjur duga at undir­halda fólki. Um okkara leiðir hava tær ikki tørv á tí.
 
Meiri sekularisering
Phil Zuckerman nevndi í sínum fyri­lestri, at nú samanbrestirnir millum ymsar átrúnaðir, serliga kristin­dómin og islam, eru vorðnir mun­andi meira eyðsýndir, enn teir hava verið leingi, m.a. í sambandi við Muhammed-tekn­ingar­nar, skuldi ein hildið, at dansk­arar savnaðu seg um kristin­dómin. Men tað gera teir ikki. Teir eru bara vorðnir uppaftur meira tilvitaðir um sekulari­ser­ing og fólkaræðislig virðir. Nógv bendir á, at jú meira teir verða hóttir uttaneftir, jú meira skifta teir orð um hótt­anirnar heldur enn at biðja hægri maktir um frelsu frá teimum.
Eftir fyrilesturin hjá amerikanska pro­fessaranum mánakvøldið var orða­skifti um hesar spurningarnar, har um­boð fyri etiska ráðið, gudloysingar og kristin vóru við. Í orðaskiftinum varð m.a. víst á, at væl kann tað vera, at meiri­lutin av danskarum hevur ikki stór­vegis áhuga fyri kirkjuni, men ógvuliga fá mót­mæla, at tey skulu gjalda kirkju­skatt, hóast hesin skattur hvørt ár kostar teimum okkurt um eina ferð suður­eftir. Hetta kemst av, at fólk hóast alt fegnast um kirkjuna, tí í svárum og meinings­­leysum stundum er hon altíð til reiðar at bjóða fólki á gátt.
John Lennon skrivaði í einum sangi í 1970, at Gud er eitt hugtak, sum vit máta okkara líðing eftir. Er ongin líð­ing, er hugtakið fjart fyri okkum. Er líð­ingin nógv, fyllir hugtakið nógv í okk­um. Útsagnirnar í orðaskiftinum mánakvøldið um kristindómin minna nógv um hesa niðurstøðu. Okkum tørv­ar kirkjuna, um so illa skal vilja til, at vit missa fótafestið ella ikki skilja mein­ingsloysið í okkara tilveru. Haraftrat varð víst á, at kirkjan mentanarliga og søguliga er djúpt rótfest í skandinavisku sam­feløgunum. Hon hevur havt stóran týdning fyri sálarlívið hjá fólki í samfull 1000 ár.
 
Trúgvandi føroyingar
Júst hesin veruleikin man ikki minst gera seg galdandi fyri føroyska sam­felagið. Í Føroyum minnir støðan hjá kirkjuni nógv um støðuna hjá kirkj­uni í grannalondunum. Hon er eitt gamalt hús, sum altíð hevur ver­ið har, og vanliga geva flestu fólk henni ikki so nógv gætur. Men tá til skarp­sker­ingar kemur í sambandi við dóp, kon­firmatión, hjúnarvígslur, deyða og høgtíðir, er kirkjan brádliga miðdepilin. Um tað er tí, at fólk trúgva øllum, sum sagt verður í kirkjuni, ella tí kirkjan mentanar­liga og søguliga altíð hevur tikið sær av hesum viðurskiftum, veit hvør einstakur best at svara.
Í útvarpssending varð herfyri víst til ritgerð, sum Janna Egholm Hansen hevði gjørt um átrúnað í Føroyum, og har niðurstøðan var, at Føroyar eru mun­andi minni sekulariserað samfelag enn eitt nú danska samfelagið. Meðan 2 prosent ganga í kirkju og á møti fast í Danmark og Svøríki, er talið 25 pro­sent í Føroyum. Hetta vísir greitt, at átrúnaðurin hevur sterka støðu í Føroyum, og at bondini millum fólk gjøgn­um átrúnaðin eisini eru sterk. Hví hetta er so, kann so verða kjakast um, men ein grund er ivaleyst, at Føroyar eru fjar­skotið oyggjaland.
Sum fjarskotið oyggjaland eru vit í fyrsta lagi avbyrgd frá øðrum. Í øðr­um lagi eru vit umgyrd av havi, og veðrið er sera skiftandi. Í triðja lagi hava vit søguliga verið noydd at lív­bjargað okkum á uppøsta havinum og í brøttu bjørgunum. Vandarnir har vóru mang­an so stórir og óskiljandi, at fólkið varð noytt at leggja lívsins gongd í hend­ur­nar á Várharra. Onki menniskja megn­aði at gera umstøðurnar tryggar, og størsti uggin gjørdist bønin.

Føroyar sum undantak
Janna Egholm Hansen vísti á, at leingi hevur Evropa verið mett sum norm­urin í heiminum, tá um gransking í sekularisering ræður. So hvørt sum evropeisku samfeløgini vórðu ný­mótans­gjørd, misti átrúnaðurin sín týdn­ing og gjørdist minni sjónligur. Gransking í dag hevur tó ikki Evropa sum norm viðvíkjandi sekularisering í heim­inum. Evropa verður tvørturímóti mett sum undantakið, tí bæði í Mið­eystri, USA og Fjareystri eru sam­fel­øgini munandi meira átrúnaðar­lig enn í Evropa.
Føroyar eru so undantakið í sekulari­seraða Evropa. Evropeiska sekularisering­in hevur ongantíð rætt­iliga fingið fastatøkur heima hjá okkum, og tí minnir føroyska samfelagið nógv meira um USA og onnur átrúnaðarlig lond enn eitt nú Danmark. Útboðið av samkomum í Føroyum er stórt, hóast vit hava havt eina statskirkju, ið hevur fingið sín skatt frá fólkinum. Janna Egholm Hansen nevnir í grein á www.videnskab.dk, at umframt harðbalnu umstøðurnar í Føroyum kunnu seink­aður modernitetur og málsliga stríðið í kirkjuni hava elvt til stóra útboðið av samkomum. Fólk gjørdust kreativ og skaptu tíðliga sín egna, fjølbroytta kristin­dóm uttan fyri dansktmæltu kirkj­una.
Yvirskipað hava føroyingar ongan­tíð samtykt nakra grundlóg eins og ameri­kanarar, danskarar og mong onn­ur. Í Føroyum hava vit tí ongantíð tikið fólkaræðiliga støðu til, hvussu tætt átrúnaður og fólkastýri skulu hanga saman. Men í uppskotinum um nýggja føroyska stjórnarskipan stendur, at í Føroyum hevur kirkjan søgu­liga havt serstøðu í Føroyum, og tað skal hon framhaldandi hava, tó at hend­an áseting ikki má gera seg inn aðrar fatanir. Haraftrat verður staðfest, at vit skulu hava trúarfrælsi, tvs. rætt til als ikki at vera kristin, men trúgva tí, vit hava hug til.