Tryggur heimasigur

Tjaldur fekk ikki gjørt stórvegis við botnstøðuna, tá tær hittu StÍF hóskvøldið

Kvinnuhondbóltur

Dysturin millum liðini bæði skuldi upprunaliga verið leiktur mikukvøldið í farnu viku, men varð tá útsettur. Hósdagin vóru teir 60 minuttirnir so avgreiddir, men av misgávum høvdu vit ikki úrslitið við í leygardagsblað okkara.
Um dystargongdina er annars at siga, at Tjaur fyri ein stóran part var rættiliga væl við. Fram til hálvan seinna hálvleik var lítil og eingin munur, men tá StÍF so skoraði fýra ferðir á rað, var einki at gera hjá gestunum, sum enn eina ferð máttu taka til takkar við tapi.

Dysturin í tølum
StÍF-Tjaldur 23-17 (11-9)
Málskjúttar:
StÍF: Asta Petrauskiene 8, Alina Olaru 4, Anna Maria Berthelsen 4, Anna B. Danielsen 4, Poula D. Olsen 2, Sunfríð Jacobsen 2(1), Elin Jacobsen 1
Tjaldur: Milica Ergic 8(1), Lenka Ribaric 5, Oddvá Fossdalsá 1, Mona Langgaard 1, Heidi Heinesen 1, Kristine Ellingsgaard 1
Brotskøst: StÍF 2, Tjaldur 1
Útvísignar: Tjaldur 5
Dómarar úr Stjørnuni: Flemming Jacobsen & Kartin Joensen