Tryggur meistarasigur til Stjørnuna

Stjørann lat ongan iva vera um, at tær ætlaðu sær meistaraheitið hjá kvinnunum. Tær vunnu nevniliga tryggan sigur í triðja og avgerandi dystinum í FM-finaluni hjá kvinnum

VB vann fyrsta finaludystinum í Sunset-kappingini síðsta sunnudag, tá ið tær vunnu ein tryggan sigur á Stjørnuni í Vági. Stjørnan vildi tó ikki lata VB vinna meistaraheitið í tveimum dystum, so í einum dysti, sum var rættiliga nógv merktur av nervum, vann Stjørnan uttan at imponera næsta dystin, og so var lagt upp til ein triðja og avgerandi dyst, har føroyameistarin skuldi finnast. Hesin skuldi eisini spælast í Klaksvík.
KÍ-høllin var eisini mest sum stúgvandi full av fólki, tá ið Stjørnan tók ímóti VB í avgerandi dystinum sunnudagin, og ein legði merki til, at flestu áskoðararnir vóru merktir av nervum undan dystinum, tí sjálvt um Stjørnan hevur verið rættiliga nógv tað besta liðið í ár, so hava tær til tíðir havt trupulleikar við VB.

Stjørnan fekk flúgvandi byrjan
Tað var tó einki, sum bendi á, at leikararnir hjá Stjørnuni vóru merktir av nervum. Teir byrjaðu nevniliga sum eitt satt ódnarveður, og sjálvt um VB megnaði at fylgja við fyrstu minuttirnar, so sást væl frá fyrsta bríksli, at Stjørnan var væl brynjað til henda dystin.
Stjørnan koyrdi á, og serliga í verjupartinum høvdu tær sera gott tak á VB. VB megnaði slett ikki at spæla seg ígjøgnum, og aloftast noyddust tær at skjóta í trýstari støðu ímóti eini vælleikandi Agne í stjørnumálinum.
Í hinum endanum koyrdi eisini, sum tað skuldi, hjá stjørnunum úr Klaksík. Tær fingu eitt mál fyri og annað eftir, og tá eitt korter var farið, mundi onkur vágbingur helst halda, at hetta sá ikki for gott út hjá teimum. Tá hevði Stjørnan nevniliga lagt seg á odda 9-4, og einki bendi á, at VB megnaði at svara aftur.

Støðukríggj
Men eftir hetta steðgaði fullkomiliga upp hjá báðum pørtum. Hetta hendi serliga, tí at VB fekk betur tak á verjupartinum. Nú megnaðu tær at steðga bæði Alinu og Simonu, sum høvdu spælt væl fyrsta korterið, og hetta gav Stjørnuni ávísar álopstrupulleikar. Sjálvt um Stjørnan hevði trupulleikar í álopinum, so stóð verjan seg enn væl. Tær megnaðu at halda VB frá fatinum, og í samfullar níggju minuttir kom einki mál í høllini í Klaksvík, so tá fimm minuttir vóru eftir, var støðan enn 9-4 til Stjørnuna.
VB var tó liðið, sum hevði verið nærri við. Tær tóktust hava fingið betur gongd á hesa løtuna, og millum annað brendu tær tvær ferðir fríar ímóti Agne, samstundis sum Daiva misnýtti eitt brotskast. Hetta var bara ikki hálvleikurin hjá VB.

VB vildi spæla við
Móti endanum av hálvleikinum kom tó aftur eitt sindur av lív í álopsspælið hjá báðum pørtum, og nú var tað serliga VB, sum vildi spæla við. Maja Sølvsten var komin á vøllin fyri VB síðstu løtuna, og hon setti eitt sindur av lívi í. Hon fekk eisini tvey mál síðstu løtuna av fyrra hálvleiki, so tá liðið fóru til hálvleiks, førdi Stjørnan við fýra málum, og tað vóru eisini tær reyðu úr Klaksvík, sum høvdu sett dagsskránna henda dagin.
Einki er at ivast í, at venjarin hjá VB, Egil Steintórsson, hevur snakkað við stórum orðum í hálvleikinum. VB-liðið, sum kom út til seinna hálvleik, var nevniliga hamskift, og fyrstu løtuna settu tær rættiliga Stjørnuna uppá pláss. Tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var støðan 12-10 til Stjørnuna, og nú tóktist rættiligur spenningur at vera komin í.
Hetta nervaði tó ikki Stjørnuna, sum koyrdi á við sama lag, og fimm minuttir seinni høvdu tær aftur vunnið sær eina fimm mála leiðslu, so nú sá ikki so gott út hjá VB. Tær kunnu tó mest takka sær sjálvum fyri, at tær ikki tóku enn fleiri mál inn á Stjørnuna. Feilir í álopinum gjørdu, at tær blivu revsaðar í hinum endanum, og tá gerst ikki lætt.

Alina og Simona avgjørdu
Tveir av leikarunum, sum veruliga gjørdu um seg hjá Stjørnuni henda dagin, vóru Alina Olaru og Simona Petersen, og tað vóru eisini hesar báðar, sum endaliga avgjørdu dystin út á seinna hálvleik.
Serliga Alina vísti seg at vera ógvuliga stinn henda dagin, og hon var ein brandur í verjuni. Í fleiri umførum fangaði hon bóltar frá VB-leikarum, og so rann hon í skjót mótálop. Einsamøll við Astu knallaði hon allar bóltarnar í netið, og hesi málini gjørdist avgerandi fyri dystin. Hon var eisini sera trygg við brotskøstunum, har hon skoraði øll fimm brotskøstini, sum Stjørnan fekk.
Simona spældi eisini ein avbera góðan dyst. Hennara rástyrki gjørdi, at VB hevði stórar trupulleikar at steðga henni í verjuni, og so fekk hon eisini fleiri mál uppá mótálop, har Stjørnan fangaði bóltin, og so streyk Simona avstað.
Um miðjan seinna hálvleik vóru tað eisini júst hesar báðar, sum avgjørdu dystin. Frá støðuni 15-11 skoraðu tær fimm mál á rað, og so stóð brádliga 20-13 við tíggju minuttum eftir, og her tóktist alt vera avgjørt.

Stjørnan vann greipuna
Sísðtu tíggju minuttirnar av dystinum var eingin, sum ivaðist í, at Stjørnan fór at vinna. Henda tíðin skuldi bara ganga, tí VB hevði einki aftursvar ímóti sterka spælinum hjá Stjørnuni.
Eitt skifti seint í dystinum megnaði Stjørnan at leggja seg á odda við níggju málum, áðrenn venjarin, Henrik Gerster, valdi at taka time-out, og tá Stjørnan kom innaftur á vøllin, vóru fleiri av heilt ungu leikarunum á liðnum.
Síðstu tríggjar minuttirnar megnaði VB at pynta um úrslitið, og at enda vann Stjørnan fystin 24-17. Sigurin kundi eingin tó siga nakað um, tí Stjørnan var sjey mál betri enn VB henda dagin, og meistaraheitið má sigast at vera fult uppiborið.
Við hesum seinasta sigrinum endurvann Stjørnan sostatt meistaraheitið, samstundis sum tær gjørdust greipuvinnarar. Leikararnir hjá Stjørnuni eru sostatt tær stjørnurnar, sum í løtuni lýsa bjartast í føroyska hondbóltsheiminum.

Fakta

Stjørnan-VB 24-17 (11-7)
Málskjúttar:
Stjørnan: Alina Olaru 11 (5), Simona Petersen 8, Bára S. Klakkstein 2, Joan M. Djordjevic 1, Durita Christophersen 1, Una Olsen 1
VB: Daiva Tuomaite 6 (2), Gurið Mortensen 3 (1), Laila Jespersen 3, Maja Sølvsten 2, Rannvá Johannesen 1, Margreth Augustinussen 1, Una Egilsdóttir 1
Brotskøst: Stjørnan 5, VB 6
Útvísingar: Stjørnan 3, VB 2
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr