Tryggur sigur til oddaliðini

Bæði Neistin og Stjørnan vunnu tryggar sigrar á ávíkavist Tjaldri og StÍF. Men Tjaldur sendi samstundis eitt tekin um, at tær væl kunnu spæla onkrum av hinum liðunum eitt puss í ár

Sunset-kappingin

Av givnum orsøkum vórðu bara tveir dystir spældir í bestu kvinnudeildini í hondbólti um vikuskiftið.
Báðir vóru teir sunnudagin, og í báðum førum var talan um dyst hjá einum av oddaliðunum móti einum av botnliðunum.
Í Havn var Tjaldur á vitjan hjá Neistanum, og her var ongantíð nakar ivi um, hvønn vegin stigini skuldu fara. Neistin setti ferð á frá fyrsta bríksli, og tær løgdu seg eisini skjótt framum. Heilt sleppa takinum vildi Tjaldur tó ikki, og ikki minst tóktust nýggju útlendsku spælararnir hjá liðnum at gera góðan mun. Sum dysturin leið, so stóð tó greitt, at Tjaldur ikki megnaði at halda fast í ferðini hjá Neistanum sum at enda vann við 14 málum.
Men hóast greiða tapið, so er einki at ivast í, at Tjaldur í ár er nakað væl betri fyri, enn tær vóru tað í fjør. Talan verður helst undir ongum umstøðum at lata fleiri enn 1.000 mál fara ígjøgnum, soleiðis sum tær gjørdu í fjør. Kanska er spurningurin heldur, hvørt liðið hevði havt ein veruligan møguleika at spæla seg millum tey fýra fremstu, um útlendingarnir vóru við frá fyrsta bríksli av kappingini. Enn hava tær so møguleikan, men tað krevur, at allir dystir móti liðunum, sum eru aftan fyri triða plássið verða vunnir, og tað verður ein stórur biti.

Stjørnan rann eftir steðgin
Á Skála var Stjørnan á vitjan sunnudagin, og tann dysturin voldi ikki klaksvíkskvinnunum nakrar sum helst trupulleikar. StÍF var annars eitt av liðunum, sum í fjør hevði sera góðan hug at arga Stjørnuna. Og fyri steðgin tóktust tær eisini hava sama lyndi.
Men eftir steðgin var eingin ivi. Stjørnan snøgt sagt drønaði avstað, soleiðis at spurningurin skjótt bara var tann eini. Nevnliga, hvussu stórur sigurin skuldi verða.

Fakta um dystirnar
Neistin-Tjaldur 35-21 (15-11)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 12(1), Ása á Neystabø 4(1), Mildrið Jacobsen 3, Unn Kragesteen 3, Anna Clementsen 3, Rakul Augustinussen 3, Birita Wardum 2, Annika Ljósstein 2, Kára á Dunga 1, Súna Mørk 1, Annika Thomsen 1
Tjaldur: Beinta Joensen 5, Maya Hecimovic 5(2), Jasmin Devovic 5, Kristine Ellingsgaard 2, Urd Potts 2, Mona Langgaard 1, Heidi Sevdal 1
Brotskøst: Neistin 5, Tjaldur 3
Útvísingar: Tjaldur 2
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen

StÍF-Stjørnan 19-34 (11-15)
Málskjúttar
StÍF: Ninna K. Johansen 7, Rebekka Justinussen 6(1), Malan Petersen 2, Rósa Johansen 1, Kiristn Olsen 1, Poula D. Olsen 1, Sólfríð Christiansen 1
Stjørnan: Joan Midjord Djordjevic 9, Alina Olaru 9(3), Katarina Stepanov 5, Anna Kristina Samsons 4, Bára Skaale Klakstein 2, Una Olsen 2, Durita Mikkelsen 1, Maria við Neyst 1
Brotskøst: StÍF 1, Stjørnan 3
Útvísingar: StÍF 5
Dómarar: Rúni Mohr & Hartvig Joensen