Útsøla í Kringvarpinum

Smápartafelagið Fjølvinna við Kára Durhuus hevur fingið upp í hendur at standa fyri nýggjárssendingini í sjónvarpinum. Felagið fær fullan ræðisrætt til útgerð, tilfar og starvsfólk, umframt rættin at selja sendiflatuna til hægstbjóðandi

Sambært sáttmálanum er talan um eitt sonevnt ”alment-privat samstarv”, har Kringvarpið letur sendiútgerð og sendinet, meðan privata smápartafelagið fær fullan rætt til at selja lýsingar og sponsorat til sendingina. Uppgávan er ongantíð bjóðað út. Men í staðin siga partarnir soleiðis um støðuna um, hví tað júst skal vera sp/f Fjølvinna, ið fær uppgávuna:
”Samstarvið tekur støði í eftirmetingum av seinastu sending og samskifti partanna millum, har tað er greiða fatanin, at eingin triði partur hetta seinasta árið hevur sýnt veruligan áhuga at framleiða nýggjárssendingina.”
Sp/f Fjølvinna fór í konkurs í september 2011, og seinni varð felagið avtikið. Men fyri stuttum varð eitt nýtt felag stovnað við sama navni, somu endamálsorðing og sama eigara.

Fær lyklarnar
Sambært sáttmálanum um nýggjarssending, sum varð undirskrivaður Tollaksmessudag, fær sp/f Fjølvinna fullan rætt til at nýta alla útgerð hjá Kringvarpinum. Smápartafelagið fær fullan rætt til at nýta alt, redaktionelt tilfar hjá Kringvarpinum.
Eisini fær smápartafelagið fullan rætt til at brúka starvsfólk hjá Kringvarpinum til arbeiðið. Einasta treytin er, at hjástarvið skal ikki forða fyri, at Kringvarpið fær mannað sínar vaktir um høgtíðina.
Og sum tað triðja fær sp/f Fjølvinna fullan rætt til at selja lýsingar og sponsoratir til sendingina, sum verður send í almenna Kringvarpinum.
Sambært sáttmálanum hevur sp/f Fjølvinna ”redaktionella medábyrgd” av sendingini, sum Kringvarpið annars hevur ”redaktionellu ábyrgdina” av.
Sáttmálin sigur eisini, at inni í nýggjárssendingini liggur ein sonevndur ”aktualitetspartur”, sum fevnir um nýggjársrøðurnar hjá drotningi og løgmanni, formansumfari og táttinum ”árið ið fór”. Júst hendan partin av sendingini skal Kringvarpið hava ábyrgdina av. Sambært sáttmálanum kunnu somu fólk tó framleiða allar partar av nýggjárssendingini.
Sendingin verður send av Hotel Føroyum, ið er ein av stóru stuðlunum.