Útsølan hjá Kringvarpinum

Sjúrður Skaale, løg­tings­mað­ur, hev­ur sett Helenu Dam á Neyst­a­bø ein grein 52 fyri­spurn­ing um lýs­ing­ar í Kring­varp­i­num. Hann spyr, hvat hon hel­dur um, at Kring­varp Før­oy­a gerst støð­ugt meira á­gang­andi á lýs­ing­ar­markn­að­i­num, so­leið­is sum eitt nú skriv, sum Kring­varp­ið sendi lýs­ing­ar­stov­u­num 21. mars er tekin um. Hann spyr eisini, nær og hvussu lands­stýr­is­kvinn­an fer at seta greið­ari mørk fyri, hvussu Kring­varp Før­oy­a kann fara fram í kapp­ing­ini móti pri­v­at­um fyr­i­tøk­um ­á lýs­ing­ar­markn­að­i­num?

– Spurningurin um hvønn rætt Kring­varp Før­oya skal hava á priv­ata lýs­ing­ar­markn­að­i­num ­hev­ur ofta ver­ið um­rødd­ur. Tað er greitt at um KVF als ikki slapp at lýsa, so hevði hetta ikki bara verið ein smeitur fyri stovn­in, men eisini fyri bæði lýs­ing­ar­stov­ur­nar, lurt­ar­ar og hyggjarar. Tí er eitt for­boð neyvan rætti veg­ur­in at fara.

Hinvegin er greitt, at KVF ikki púra ótálmað kann kapp­ast móti privatum fyritøkum á tí markn­aði, sum er sjálvt lívs­grund­­ar­lag­ið hjá hes­um fyr­i­tøk­um­, sig­ur Sjúrð­ur Skaale.

Hann sigur, at tað kortini tyk­ist sum um, at KVF gerst støð­­ugt meira á­gang­andi á markn­að­i­num. Eitt dømi um tað er nið­an­fyr­i­stand­andi skriv, sum 21. mars varð sent lýs­ing­ar­stov­u­num. Skriv­ið sýn­ir, at KVF nú fer inn í kapp­ing­ina um teir smáu lýs­ar­ar­nar, sum hig­artil mest hava lýst í priv­atu miðlunum:

»Tilboð upp á lýsingaframleiðslu
Til allar lýs­ing­ar­stov­ur­nar.

Kringvarpið ætlar at bjóða smáum lýsarum at fáa sjón­varps- og út­varps­lýs­ing­ar fram­leidd­ar eft­ir ein á­settum leisti, og fyri ein fast­an prís. Hetta, fyri at gera at­gongd­ina til Kring­varp­ið lætt­ari fyri teir smáu lýsararnar.

Vit vilja tí fegin biðja tykk­um um prís upp­á fram­leiðsl­u­na av á­vík­a­vist út­varps- og sjón­varps­lýs­ing­um, ið upp­fylla nið­an­fyri stand­andi treyt­ir:

Sum útgangsstøði ætla vit at halda lýs­ing­ar­nar inn­an­fyri 12 – 15 sek­und, í mesta lagi 30 orð og til sjón­varps­lýs­ing­ar­nar í mesta lagi 3 vørur/mynd­ir, um­framt bak­grund og logo.
Her eru tvey dømi hvat slík­ar lýs­ing­ar kundu havt av tekst­inn­i­haldi:

”Í samband við at ó­keyp­is er at koyra gjøgn­um Norð­o­y­a­tunn­il­in leyg­ar­dag­in, hava all­ir handl­ar­nir í Klaks­vík op­ið til kl. 22. Klaks­ví­k­ar Hand­ils­fel­ag. Bý­urin við fjøl­broytta úr­val­i­num fyri bæði børn og vaksin.”

”Skósølan við Gøtugjógv. Hesa vikuna hava vit fingið nýggj­­ar vetr­ar styvl­ar. Prís­ir úr 295,- kr. Eis­ini eru væl­um­­tóktu gagg­ur­nar frá Ad­i­d­as aft­ur at fáa. Skó­sølan við Gøtu­gjógv – skógvar til alla fam­ilj­una.”

Vinarliga lat okk­um vita í sein­asta lagi mán­a­dag­in 28. mars [hetta er seinni broytt til 7. ap­r­íl, SS)], hvat tit eru sinn­að at gera hetta fyri, og send tað til um­­sit­­ing­ar­­leið­­ar­­an Sannu Hansen – sanna@kring­varp.fo

Um tit hava onkr­an spurn­ing ella ivamál, so er bara at ringja ella senda mær ein teldu­post.«