Ùtseld atgongumerki til føroyingar

Hóast útselt er til konsertina hjá Rolling Stones 13. juli í Parkini, so kunnu føroyingar enn ogna sær atongumerki

KONSERT

Hetta við at fara uttanlands á konsert er vorðið alsamt betri umtókt. Í summar fara aftur hópin av føroyingum til serliga kongens København fyri at hoyra og uppliva konsertir, sum ógvuliga ósannlíkt verða at finna 1.400 km. longur norðuri.
Paul McCartney fekk fekk einar hundrað føroyingar við flogfari til Danmarkar. Eisini Bruce Springsteen, Rolling Stones og kanska serliga Robbie Williams fáa føroyingar á flog.
Greatest Rock And Roll Band In The World, sum Rolling Stones verða róptir, spæla í Idrætsparken í Keypmannahavn 13. juli. Hóast tað er útselt til konsertina, so eru atgongumerki at fáa í Føroyum.
Flogfelag Føroya og Atlantic Airways skipa í felag fyri ferð til konsertina, og har eru atgongumerki eftir, verður upplýst.
Tað er kortini eingin trupulleiki at sleppa av við hesi í Danmark, skuldi tað verið, men roynt verður at lova føroyingum framat.
Sølan steðgar væntandi eina viku undan konsertini.
Ein ummælari hjá BT var í Týsklandi, tá Rolling Stones byrjaðu teirra turné. Og hann tók rívan til og segði, at Rolling Stones vóru betri enn nakrantíð - og gav seks av seks stjørnum.

Góðar royndir
Børge B. Hansen frá Flogfelag Føroya, sigur, at áhugi er millum føroyingar at fara til tílík stór tiltøk uttanlands.
? Vit vilja geva fólki møguleika at uppliva tílíkt, sum ikki kemur hendanvegin. Og tískil royna vit at seta nakrar spennandi pakkar saman, har fólk kunnu fáa eina góða uppliving uttan at skula gjalda so nógv, sigur Børge B. Hansen.
Serliga til Robbie Williams konsertina hevur áhugin verið stórur, og har kundi lættliga fleiri hundrað atgongumerki verið seld, sigur Børge.
Serliga til Robbie Williams konsertina hevur áhugin verið stórur, og har kundi lættliga fleiri hundrað atgongumerki verið seld, sigur Børge.