Útseld Eivør konsert í Flensborg

Leygarkvøldið spældi Eivør Pálsdóttir eina sera væleydnaða konsert í einum útseldum Flensborghúsi, í samband við norðurlendskt/týskari ráðstevnu í Flensborg

Yvir fimm hundrað fólk høvdu tryggjað sær atgongd til konsertina, ið var tað mentanarliga klimaksið á eini norðurlendskt/týskari ráðstevnu um Norðurlond og Evropa. Her var sostatt útselt longu, áðrenn konsertin fór í gongd.

Føroyavinurin Arne List, sigur at tað vóru óvanliga nógvir týskarar í konsertini, tí Flensborghúsið er miðdepil fyri danska minnilutan í økinum. Annars vóru eisini rættiliga fitt av danum, onkur føroyingur og onkur íslendingur eitt nú heimskendi rithøvundurin Einar Már Guðmundsson.

Arne sigur konsertina vera eina av teimum bestu, ið hann hevur upplivað við Eivør, ið var stórsligin, avslappað og tyktist at kenna seg á heimavølli. Eivør spældi í tveimum settum og endaði við ikki færri enn trimum eykaløgum: Summertime, Nú brennur tú í mær og Må solen alltid skinna.