Big Bandið, sum telur 20 tónleikarar og 5 onnur var á rættari ævintýrferð í sjáldsama góðveðrinum mikudagin fyrst undir Vestmannabjørgunum við Skúvadal og síðan tyrlutúr við Atlantic, sigur fyriskiparin G! Music í tíðindaskrivi.
Konsertirnar eru partur av eini tónleika rundferð, sum Big Bandið og Eivør eru á. Í vikuskiftinum spældu tey í Haderslev og Arne List, ið var hjástaddur, sigur við Planet.fo, at konsertin var ordiliga góð. Tað er sambært Arna sera stórur munur á Trøllabundin á fløgu og í livandi líki. Heili tvær ferðir mitt undir konsertini róptu fólk um at hoyra eykaløg, og tá Eivør og hini fór av pallinum, reistu fólk seg og lógvabrestirnir ljómaðu leingi.
Arne sigur, at Nikolai Bentzon sum er dirigentur og frásøgumaður, greiddi frá um hvussu glað og errin tey eru í DR Big Band at arbeiða saman við Eivør.
Á konsertini sang Eivør løgini á Trøllabundin og ein kingosálm. Henda gøtudanska framførsla vann serligan ans millum áskoðararnar, ið sambært Arna elskaðu tað.