TSHABALALA!

Njál Djurhuus
--------

Fagnaðarljóð
Ikki var tað undarligt, at alt Suður-Afrika brosandi reistist á føtur við upplyftum ørmum rópandi Tshabalala! Hesin fótbóltsleikari hevði givið teimum vónina, nú heimsmeistaraskapið í fótbólti var byrjað, og Suður-Afrika av øllum var fyrsta landið, ið skoraði eitt frálíkt mál. Eg sá sending frá Soweto, ið er býarpartur beint uttan fyri Johannesburg. Har búgva tey mest fátæku í landinum, tey vóru stolt sum hanar har tey dansaðu og róptu úti á gøtuni, so ein bókstaviliga hoyrdi vuvuzela-ljóðið av HM, ið fylti stovu mína har eg sat bergtikin og hugdi at í Oslo. Ikki at undrast yvir at Cape Town, ja alt landið er útselt fyri oyraproppar. Tshabalala hevur skrivað navn sítt í søgubókina við gullbókstavum, og fótbóltsáhugaði um allan heim koma frameftir rætt sum er at rópa navnið, ja sjálvt í Gundadali fer onkur at rópa Tshabalala tá mál verður skorað, tí orðið rullar so ótrúliga lætt á tunguni!
Tá eg gavst sum leiðari vegna aldur, vóru fleiri talur hildnar og sagt varð, at ein hevði evnir at verða positivur og geva herðaklapp og góða leiðbeining til øll, bæði arbeiðstakarar og brúkarar. Tað er møguligt, at so er, tí tað er drepandi við leiðarum, ið alla tíðina skulu verða atfinningarsamir og dømandi. Hetta er ein stórur trupulleiki í nógvum virkjum og til tíðir í andaligum samkomum tíverri, og úrslitið verður hareftir, men tað mest ótrúliga er, at hesir persónar ofta einki síggja, tí tey hava kikaran fyri tað blinda eygað.

Herðaklapp
ynski eg í hesi grein at geva til Frelsunarherin í Suður-Afrika. Eg eri stoltur av tykkum og at verða við í einum felagsskapi, sum hevur umhugsan fyri bæði tí handaliga og andaliga. Tit hava 179 samkomur um landið, og í tí stóra sosiala arbeiði tykkara hava tit fjølbroytt arbeiði fyri alt ættarliðið, til dømis tey sjúku og gomlu, og eg veit at tit hava tríggjar sjúkrasystraskúlar, har bæði kvinnuligir og mannligir næmingar fáa sína útbúgving. Hóast summir av myndugleikum landsins ikki viðurkenna Aids og HIV, so vita tit at AIDS fyrstu ferð var sjúkuavgjørt í 1981 og HIV eyðmerkt í 1984 av tveimum læknavísindaliðum úr USA og Fraklandi. Tíverri ríður henda sjúka landið sum ein sonn marra!

Halleluja
Eg lovi Harranum í dag og eri sera errin og stoltur av frelsunarher-brøðrum og systrum okkara í Suður-Afrika. 11. juni byrjaði heimsmeistaraskapið í fótbólti, men tey hava allareiða í nógvar mánaðir fyrireikað seg til tað. Leiðsla Frelsunarhersins setti Patti Niemand kaptein til at leiða fyrireikingararbeiðið, og meðan menn kappast á fótbóltsvølli, eru allir limir Frelsunarhersins kallaðir út á gøturnar til satt uppbyggingararbeiði.
Tey hava fingið góða hjálp frá frelsunarherfólki úr øðrum londum úr Afrika og serstakliga frá USA og Canada. Málið er at arbeiða á gøtunum og í viðarlundum, har viðhaldsfólkini hjá teimum ymisku londunum halda til.

Barnaklubbar og fótbóltskúlar
Frelsunarherurin hevur í dag 73 barnaklubbar og 40 fótbóltsskúlar í Suður-Afrika.
Hetta arbeiði skal víðkast stórt, og tey hava sum mál undir heimsmeistaraskapinum at fáa 10.000 nýggjar limir. Arbeitt hevur verið við eini telduskipan fyri hetta arbeiði, og har er alt liðugt nú. Ein roynir at fáa børnini burtur frá gøtuni og lógarabroti, samstundis sum ein veit at hópur av børnum verða misnýtt kynsliga.

Søla av menniskjakroppinum
Vit høvdu eitt fjølbroytt og gott arbeiði i Vancover í Canada undir vetrar-OL fyrr í ár, og har hevur ein fingið góðar royndir sum koma væl við nú. Tí er ein hópur av frelsunarherfólki harfrá eisini við í Suður-Afrika. Tíverri er søla av menniskjakroppinum ein økjandi trupulleiki, og eg eri sera stoltur av, at millum annað Frelsunarherurin um allan heim er í hernaði ímóti hesum óhugnaliga leiki, ið fer fram. Sjálvur kenni eg fleiri, ið hava livað av skøkjulevnaði í Oslo, og tað er rætt sum ein teirra segði: »Eg byrjaði sum 13 ára gomul, nú eri eg farin um tey 50 og likam mítt kennist sum ein stinkandi kloakk!«
Undir HM ynskir Frelsunarherurin at geva kunning um hetta evni til øll, og eftir sum tað nú er HM í fótbólti, verður reyða kortið givið út til øll við eini frágreiðing.
Frelsunarherurin er eisini við í einum felagskristiligum tiltaki í HM undir navninum »The Ultimate Goal!« Har hava vit luttikið í fleiri ár.

HM í fótbólti
heldur fram til miðjan juli, og nógv okkara gleða okkum til tað.
Tað eru ikki fótbóltspælarar og leiðarar har, ið skapa hesar trupulleikar, eg havi nevnt í hesari grein, tí eg eri sannførdur um, at høvdu teir rátt, so hevði hesin ólevnaður verið bannaður.
Men tíverri koma kenslu- og hjartaleysir spekulantar í kjalavørrinum av tí, ið gott, hugnaligt, áhugavert og spennandi er. Tí treingir heimurin øll positiv menniskjur, ið taka saman samarbeiðshendur og virka fyri, at heimurin verður ein betri staður at liva í, har øll hava lívsins rætt undir tryggum og góðum viðurskiftum. Vert er at nevna, at tað hendir nógv annað positivt sum góð mentunartiltøk uttan fyri leikvøllinar.
So mín áheitan er: Setið tykkum við sjónvarpið og hugnið tykkum yvir tað, tit síggja av monnum, ið kappast um æru og heiður. Bestu ynskir til dómarastættina eisini. Eg ynski eitt gott, friðaligt og rættvíst heimsmeistaraskap, men samstundis vil eg biðja tey trúgvandi um at biðja fyri teimum, ið erliga stríðast uttan fyri leikvøllirnar ímóti niðurbrótandi kreftum.
Við ítróttarkvøðu!