Andstøðuleiðarin í Zimbabwe biður nú altjóða samfelagið um hjálp til at fáa Robert Mugabe, forseta at viðurkenna ósigurin Enn hevur almenna valnevndin ikki kunngjørt valúrslitið, og sambært andstøðuni og eygleiðarum kemst tað av, at Robert Mugabe, forseti, tapti valið.
Andstøðan hevur biðið hægstarætt áleggja valnevndini at almannakunngera valúrslitið, og rætturin fer at taka støðu til áheitanina í dag.
Morgan Tsvangirai, andstøðuleiðari, sum sambært andstøðuni vann forsetavalið, heitti í gjár á altjóða samfelagið um hjálp. Millum annað bað hann altjóða samfelagið bíða við at rinda Zimbabwe meiri neyðhjálp, fyrr enn forsetin hevur viðurkent sín ósigur og fer frá.
Í samrøðu við The Guardian í dag biður Tsvangirai serliga USA, Bretland og Suðurafrika leggja trýst á Mugabe fyri at fáa hann at leggja frá sær.