Átta fólk doyðu, tá ein maður fór at skjóta eftir fólki inni í einari hárfríðkanarstovu í einari handilsmiðstøð í býnum Seal Beach, sum er einar 50 kilometrar sunnan fyri Los Angeles. Løgreglan sigur, at maðurin særdi eitt fólk afturat.
Eygnavitni greiddu løgregluni frá, hvussu byrsumaðurin sá út, og løgreglan hevur tikið ein mann, sum royndi at sleppa til rýmingar aftan á skjótingina. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at maðurin hevði fleiri vápn hjá sær, og løgreglan ivast ikki í, at hon hevur tikið tann rætta mannin.
Enn veit løgreglan ikki, hví maðurin fór inn á hárfríðkanarstovuna at skjóta.