Átta grindir lagt beinini í ár

Tað hava verið grindaboð ofta í ár

Tað hava verið nógvar grindir higartil í ár. Tilsamans eru átta grindir dripnar og ein flokkur av springarum er eisini dripin inni í Skálafirði.

 

Fyrsta grindin í ár var í Bø, tann 22.mai. Tá løgdu 83 hval beinini.

 

Næsta grindin var í Sandágerði 16. juni. Tá løgdu 164 hval beinini. Sama dag løgdu nakrir springarar beinini í nýggju hvalvágni í Skálfirði.

 

Tíggju dagar seinni, tann 26.06, løgdu 150 hval beinini í Hvalvík. Tríggjar dagar seinni legði ein minnið grind beinini í Tjørnuvík. Tá var talan um 43 hval.

 

Herfyri løgdu tvær grindir løgdu beinini í Hvannasundi uppá tríggjar dagar. Seinasta mikudag og leygardag blivu ávikavist 60 og 71 hval.

 

Grind var aftur hildin til í Sandágerði í gjár. 29 hval løgdu beinini. Tað sluppu nakrir hvalir frá tí grindini og tveir av teimum vórðu dripnir í Skálafirði í morgun.