Átta minuttir Ken ikki gloymir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr høvuðspersónin í Gúppu-gate greiða frá átta ógloymandi minuttum á Skála

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr høvuðspersónin í Gúppu-gate, málverjan hjá 2. deildarliðnum hjá ÍF, Ken Bærentsen greiða frá sínari uppliving av Gúppu-gate. Ken Bærentsen var tann fyrri gesturin í fótbóltspanelinum á Rás2 seinnapartin.

 

Í samrøðuni greiðir Ken Bærentsen frá tilburðinum, tá veðurbardi vøllurin á Skála, leygardagin 17. september bleiv í uppisetri fyri fótbóltum, og ein líkagyldigur dystur millum Skála og ÍF bleiv steðgaður tá 82 minuttir vóru farnir, og Skála var á odda 2-0. Tá hevði Ken Bærentsen sett eina góða "skrúvu" á fleiri útspørk, og útispælarar hjá báðum liðum høvdu eisini gjørt sítt til at senda fleiri bóltar oman í bygdina, so eingin bóltur var eftir á leikvøllinum á Skála.

 

Talan var um eitt úrslit bæði liðini kundu liva við, men kappingarnevndin kundi ikki liva við, at ein fótbóltsdystur bert er 82 minuttir, og tí máttu Skála og ÍF á vøllin aftur at spæla átta minuttir pluss tveir minuttir av eykatíð. Talan gjørdist um 10 minuttir, sum ikki broyttu 2-0 leiðsluna Skála hevði frá fyrru helvt av Gúppu-gate.

 

Fyri Ken Bærentsen og hinar aktørarnar í Gúppu-gate var tað heilt serligt at møta aftur á Skála og spæla 8+2 minuttir, og hetta er nakað hann og liðfelagarnir fara at minnast fyri lívið, og fara at draga fram at flenna eftir í framtíðini.