Átta ár síðani Landskrona

Fótbóltur: Tann 12. september fyri júst átta árum síðani vunnu Føroyar 1-0 á Eysturríki í Landskrona

Í dag er 12. september. Hesin dagurin er um nakar ein varði í føroysku fótbóltssøguni, tí 12. september fyri átta árum síðani vunnu Føroyar 1-0 á Eysturríki í Landskrona. Málskjútti var Torkil Nielsen í 62. minutti av dystinum.

Tað er einki yvir at dylja, at nógv er hent síðani tá. Føroyska landsliðið hevur spælt eina rúgvu av A-landsdystum hesi átta árini ? teir flestu eru taptir, men onkrir sigrar sløðast eisini ímillum.

Nógv hevur verið tosað um, hvat hevði hent, um Føroyar ikki høvdu vunnið á Eysturríki hetta minniliga kvøldið fyri átta árum síðani. Og hjá yvirritaða er eingin ivi um, at sigurin bjargaði føroyskum landsliðsfótbólti. Tað kann vera óhugnaligt at ímynda sær, hvat hevði hent, um Føroyar høvdu tapt eini 10-0, so sum nógv roknaðu við frammanundan.

Men takkað verið einum ótrúligum føroyskum stríðsanda og einum ótrúligum eysturríkskum stórlæti varð hetta ongantíð aktuelt.

Føroyska liðið, sum vann 1-0 á Eysturríki, var: Jens Martin Knudsen, Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Hansen, Mikkjal Danielsen, Julian Hansen, Allan Mørkøre, Torkil Nielsen, Jan Dam, Abraham Hansen, Kári Reynheim og Kurt Mørkøre. Av hesum eru bert Jens Martin og Allan eftir á landsliðnum.