Átta vanar, sum drepa tína framleiðslumegi

Ringir vanar hava tað við at sníkja seg inn í lív títt og drepa framleiðslumegi tína, uttan at tú varnast tað. Listin niðanfyri er endurgivin frá tíðarritinum Forbes.

 

1.At nýta fartelefonina ella teldilin í songini. Ljósið frá teldlinum og fartelefonini ger, at kroppurin framleiðir minni av svøvngevandi hormoninum melatonin. Avleiðingin er, at tað tekur longri tíð at sovna og svøvnurin gerst verri. Úrslitið er, at tú vaknar verri fyri dagin eftir.

 

2. Impulsiv netsurfing. Tað tekur í miðal 15 minuttir, frá tí at ein persónur byrjar eina uppgávu, til hann hevur fult og heilt miðsavna seg um hana. Kanningar vísa, at tá ein er komin inn í uppgávuna, inn í streymin, er ein fimm ferðir so virkin, sum ein annars vildi verið. Ov nógv óneyðug surfing á netinum ger, at tú ongantíð kemur inn í hendan streymin.

 

3. Strembanin eftir tí fullkomna. Strembanin eftir at røkka tað fullkomna kann steðga mest sum øllum. Óttin fyri, at tað, tú gert, ikki er gott nokk. Men tú mást byrja onkustaðni. 

 

4. Fundir eru ein tíðartjóvur. Slepp tær undan teimum fundunum, tú kanst. Um tú mást møta á einum fundi, syrg so fyri, at ein skrá er, og at allir luttakararnir skilja, at hon má haldast.

 

5. At svara teldupostum beinanvegin. Produktiv menniskju svara ikki teldupostum beinanvegin. Tey seta frámerki á teldupostar frá týdningarmiklum avsendarum, og bíða annars við restini til ávís tíðspunkt á degnum, tá tey miðsavna seg um hesa uppgávuna.

 

6. At trýsta á Snooze. Áðrenn tú vaknar, fer heilin gjøgnum ymisk stig, sum fyrireiking til at tú skalt vakna. Um tú trýstir á snooze-knøttin og svevur víðari, so fert tú at vakna seinni, troyttur og óklárur. Tað kann taka fleiri tímar, áðrenn tú so kemur fyri teg aftur. So líkamikið hvussu troyttur tú ert, slepp tær úr songini.

 

7. Multitasking. Multitasking er minni úrslitagott enn at gera eitt ting í senn. Harumframt vísir nýggj gransking frá Stanford University, at persónar, sum multitaska nógv, sum alla tíðina fáa elektronisk signal frá fleiri kanalum samstundis, hava verri við at hugsavna seg, verri minni, og duga verri at fara frá eini uppgávu til eina aðra

 

8. At útseta torførar uppgávur. Tað kann tykjast freistandi, men torførar uppgávur og avgerðir er best at taka um morgunin, tá heilin virkar best.