Sunnumorgunin 10. november 2013 er ein dagur, sum tey bæði Herborg á Lakjuni Simonsen og Jóhannes Simonsen úr Fuglafirði altíð fara at minnast aftur á, sum ein heilt serligan morgun. Ikki bara tí, at tey henda morgunin fingu ein son, men eisini tí at umstøðurnar undir føðingini vóru alt annað enn vanligar.
- Tá vit hugsa um hendingina nú, so tykist alt bara heilt løgið, men onkursvegna eisini eitt sindur stuttligt, tí alt gekk jú væl, hóast føðingin ikki bleiv soleiðis, sum vit annars høvdu væntað og fyrireikað okkum til, siga foreldrini.
Helt tað var búkilska
Leygarkvøldið høvdu Herborg, Jóhannes og trý ára gamla dóttirin, Margreta, verið í Havn og vitjað familju. Tá tey vóru komin heim til Fuglafjarðar, merkti Herborg, at hon ikki hevði tað so gott.
- Eg var illa fyri, hevði ilt í búkinum og spýði eitt sindur, men eg hugsaði bara, at eg ivaleyst hevði fingið búkilsku, tí tað hava jú verið fleiri, ið hava havt tað seinastu tíðina, fortelur Herborg, sum annars var sett til at eiga hósdagin 14. november.
Tey fóru til songar, men Herborg bleiv við at kenna seg illa fyri. Tó hugsaði hon onga løtu, at talan kundi vera um verkir.
- Nú havi eg átt fyrr, men hetta kendist bara ikki sum tá, og tí var eg sannførd um, at eg bara hevði fingið onkra búkilsku, sigur Herborg. Ein tanki, sum nakrar tímar seinni, vísti seg at vera skeivur, tí umleið klokkan 05.30 sunnumorgunin hevði hon eina pínu í búkinum, sum hon als ikki var í iva um, hvat var.
- Tá visti eg beinavegin, at hetta vóru verkir, og tí vakti eg Jóannes beinavegin, fortelur Herborg.
- Hon segði, at hon helt hon hevði fingið verkir, og at vit heldur máttu fara til Havnar. Eg hugsaði ikki meira, og so fingu vit foreldur hennara at koma at vera hjá dóttrini, fortelur Jóhannes.
Speedaran í botn
Klokkan 07.00 koyrdu tey úr Fuglafirði, og skjótt bleiv greitt, at tey høvdu skund við at koma suður til Havnar.
- Eg hevði tosað í telefon við vakthavandi ljósmóðir, og hon bað okkum bara koma beinavegin til Havnar, men í bilinum blivu vekrirnar so mikið ógvusligar, at vit ringdu aftur, og so skuldi ein ambulansa koyra ímóti okkum, sigur Herborg, sum minnist, hvussu strævin túrurin í blinum var.
- Eg kempaði fyri ikki at pressa, men tað var ótrúliga ringt at halda ímóti, tí eg merkti, at barnið pressaði seg út. Eg kláraði hvørki at liggja ella sita, og tí helt eg fast í handtakinum í loftinum í bilinum og royndi sum frægast at spenna meg uppeftir fyri ikki at pressa, sigur Herborg.
Jóhannes, sum koyrdi bilin, var als ikki í iva um, at tey máttu skunda sær á Landssjúkrahúsið.
- Tankin streyfaði meg, at hon kundi eiga í bilinum, men eg royndi bara at kveistra tann tankan burtur. Men eg minnist væl, at eg koyrdi skjótt. Øgiliga skjótt, sigur Jóhannes og flennir.
Tey møttu ambulansuni á bussteðgiplássinum við tunnilsmunnan í Kollafirði, og ljósmóðurin avgjørdi alt fyri eitt, at ambulansan ikki skuldi koyra til Havnar, tí Herborg fór at eiga hvørja løtu.
- Hon leiddi meg úr bilinum og inn í albulansuna, og eg hevði ikki verið inni í ambulansuni í meira enn fimm minuttir, tá eg átti, so tað gekk skjótt fyri seg, fortelur Herborg.
Jóhannes var eisini inni í ambulansuni umframt ljósmóðirin og tveir portørar.
- Har var nokkso trongt, men stemningurin var fantastiskur. Tað stuttliga er, at tað var fyrstu ferð, at eg og Herborg vóru í ambulansu og fyrstu ferð, at ljóðsmóðirin og portørarnir upplivdu eina føðing inni í eini ambulansu. So tá alt var yvirstaðið, vóru vit øll ótrúliga glað, sigur Jóhannes.
Hava tað gott
Lítli sonurin, sum vigaði 3630 gramm og var 53 sentimetrar til longdar, lá hjá mammuni allan vegin til Havnar á Landssjúkrahúsið, og tey høvdu tað bæði gott, hóast eina heldur annarleiðis føðing. Jóhannes koyrdi aftan fyri ambulansuna til Havnar.
- Verfaðir ringdi til mín tá fyri at vita, um vit vóru komin til Havnar í øllum góðum, og tá eg so segði, at Herborg hevði átt, helt hann, at eg tvætlaði og trúi als ikki upp á tað, eg segði, sigur Jóhannes og flennir, tí tað gingu bara minni enn 40 minuttir, frá tí tey fóru úr Fuglafirði til Herborg hevði átt sonin.
Tá tey seinni um dagin ringdu til síni nærmastu at fortelja um nýfødda sonin, vóru tað fleiri, ið høvdu ilt við at trúgva tí, sum tey fortaldu.
- Fleiri høvdu sæð okkum fáar dagar frammanundan, og onkur enntá kvøldið fyri, og tí fingu tey tað ikki ordiliga til at hanga saman, fortelur Jóhannes.
Seinastu dagarnar hava tey havt vitjan á føðideildini á Landssjúkrahúsinum og fleiri hava eisini ringt og ynskt tillukku.
- Nógv ynskja okkum tillukku við kollfirðinginum, og onkur hevur eisini sagt, at vit burdu uppkallað hann eftir onkrum kollfirðingi sum til dømis Jens Marna, men eg veit ikki, hvussu verður við tí, heldur Jóhannes skemtiliga fyri.
Týsdagin kundu Herborg og nýføddi sonurin fara heim til Fuglafjarðar aftur og byrja eitt familjulív, sum nú telur fýra fólk.
- Tað stuttliga er, at systir mín í Havn segði leygarkvøldið, at vit burdu bara sovið hjá teimum, um nú Herborg fór at eiga sunnudagin. Tí flentu vit nógv eftir beint tá, tí Herbog hevði tað so gott, men kanska hevði tað ikki verið so býtt at gjørt, sum hon segði hóast alt, sigur Jóhannes við einum smíli.