Eurovisin Song Contest ella Melodi Grand Prix, sum kappingin ofta verður nevnd á okkara leiðum, hevur millum ár og dag havt misjavna undirtøku millum manna.
Hóast hendan evropeiska sjónvarpskappingin við tónleiki hevur fleiri enn 45 ár á baki, so hava øll limalondini í tí evropeiska sjónvarpsfelagsskapinum, Eurovision, ikki altíð lagt í at luttaka í grand prix. Eitt nú gjørdi rákið í seksti- og sjeytiárunum sítt til, at eitt nú Danmark ikki sendi nakran luttakara til kappingina í árunum 1967 til 1977.
Men grand prixið verður sum kunnugt enn hildið. Nýggj lond troka seg alsamt framat grand prixpallinum, og nú eru føroyingar eisini farnir at hómast millum grand prix-nøvnini. Í fjør royndi Pætur við Keldu seg í tí donsku undankappingini, og sum Sosialurin sum fyrsti miðil skrivaði í fríggjadagsblaðnum, so hevur Eivør Pálsdóttir og hennara íslendski bólkur ogna sær pláss í tí íslendsku kappingini í ár.
Stórt kvøld
James Olsen, sum búði í Íslandi umleið 9 ár og virkaði sum tónleikari, sigur, at tá finalan í grand prixnum er í Íslandi, savnast øll framman fyri sjónvarpinum at fylgja við. Finalukvøldið er eitt stórt kvøld í Íslandi, og støðið er høgt.
Ofta eru tað tey somu fólkini ár undan ári, sum skriva løgini, sigur James Olsen og samanber hetta við kappingina í Danmark, har menn sum Keld Heick næstan á hvørjum ári eru umboðaðir sum tekst- ella sangskrivarar.
Hóast James Olsen heldur Eivør vera ein sera góðan sangara, so heldur hann tað vera væl klárað av henni sum útlendingur at vera komin inn um í íslendsku grand prixverðini.
Annars er tónleikurin, sum vanliga verður skrivaður til hesa kappingina í Íslandi ikki tann sami, sum vanliga verður spældur á teimum íslendsku útvarpsstøðunum, sigur tann royndi tónleikarin, ið flutti haðani í 1998.
Brandur nógv at hoyra
Edvard T. Jónsson, ið føroyingar eina best kenna sum mannin, sum í útvarpinum plagdi at lesa tíðindi úr Íslandi á føroyskum, sigur eisini, at finalukvøldið er eitt stórt kvøld í Íslandi, og hann fer so langt sum at siga, at hetta er ein tann allarstørsta tónleikahendingin hvørt einasta í landinum. Fyrst verða sangirnir vístir sum sjónbandaløg í sjónvarpinum. Tey sum luttaka eru ofta yrkistónleikarar, og øll fylgja við.
Tað longsta íslendingar higartil hava rokkið í tí evropeisku finaluni er eitt triðjapláss, og annars hava teir fingið hampulig úrslit einar tríggjar ferðirnar, sigur Edvard T. Jónsson, sum sigur seg dáma Eivør ótrúliga væl.
Hann greiðir frá, at Eivør tó ikki er serliga kend í Íslandi, og leggur afturat, at skulu vit samanbera, so eru Brandur Enni, Týr og Annika Hoydal munandi kendari millum íslendingar. Allir tilkomnir íslendingar kenna Anniku Hoydal, og útgávan av Orminum Langa hjá Týr er sera nógv spæld í íslendsku útvarpsrásunum.
- Føroyingar eru væl kendir og væl dámdir í Íslandi, og Íslendingar kenna føroyskan tónleik nógv betur nú enn fyrr, sigur Edvard T. Jónsson, sum fyrstu ferð hoyrdi um luttøkuna hjá Eivør í grand prixnum í Sosialinum í gjár. Av tí sama metir hann, at tað er ein fyrimumur hjá Eivør at vera føroyingur. - Íslendsku grand prixsangirnir hava verið sera standardiseraðir, men um Eivør megnar at leggja okkurt føroyskt ella íslendskt í sína framførslu, so hevur ein kjans, tá íslendsku hyggjararnir 15. februar fara at ringja inn og atkvøða, sigur Edvard T. Jónsson.
Sjálvstøðugan limaskap
Steintór Rasmussen, sum kennir eitt sindur til íslendska tónleikamarknaðin frá sínum arbeiði við fløguni og framførslunum hjá Brandi Enni, sum skal royna seg á Broadway í Reykjavík 9. februar, heldur, at tað er stuttligt, at Pætur við Keldu luttók í Danmark í fjør, at Éivør Pálsdóttir er við í Íslandi í ár, og tí áttu vit at havt sjálvstøðugan limaskap í Eurovision-samtakinum, tí hetta vísir at støðið er í lagi. Steintór Rasmussen sigur, at tann íslendski markanðarin er avmarkaður bæði tá tað kemur til tað handilsliga og samskifti. Men um Eivør megnar at vinna í Íslandi, so vísir tað, at føroyingar eru óførir, men tað fær helst bert ávirkan á hennara egnu karrieru, og endar hon á eitt nú triðja ella fimta plási, fæt tað onga ávirkan á føroyskan tónleik, heldur Steintór Rasmussen. ? Tað veldst um, hvuusu sangurin er, og tað veldst eisini um tilvild, tí vita hóast alt, at Eivør er ein eminentur sangari og í einum klassa fyri seg, sigur Steintór, sum ynskir Eivør góða eydnu.
Hann heldur, at Eivør hevur uppiborið plássið í íslendska finaluplássið, sum 204 løg kappaðust um at ogna sær, men sum nevnt ivast Steintór í, um tað fær nakran týdning fyri føroyskan tónleik sum so. ? Tað mest áhugaverda hevði verið, um vit sjálvi høvdu luttikið, tí so høvdu vit altíð havt ein vinnara, sigur Steintór Rasmussen, sum ikki heldur tað vera so løgið, at tann føroyski prixvinnarin frá 2001 nú sleppur at royna seg í tí íslendska grand prixnum.
Svf sendir helst finaluna
Sum nevnt hava føroysku miðlarnir longu gjørt nógv burtur úr finaluplássinum hjá Eivør Pálsdóttur, og ivaleyst verður umrøðan ikki minni, tá finalan fer at nærkast.
Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri upplýsor fyri Sosialinum, at í løtuni verður kannað, um tað ber til at senda beinleiðis. Hetta er m.a. ein spurningur um rættindi, og sjónvarpsstjórin sigur, at tað ikki er ómøguligt, at Sjónvarp Føroya sjálvt fer at hava fólk á ataðnum í Reykjavík finalukvøldið 15. februar.