Áttu besta libero

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti fekk ein seinasta heiður EM-undankappingini, tá gallakvøld stóð á skránni sunnukvøldið. Her var eitt sonevnt All-star lið tikið út, og føroyska liðið átti eitt umboð á hesum. Margit G. Joensen úr Mjølnir varð nevnliga kosin sum besti libero í kappingini, og fekk hon serstakt steyp fyri hetta.