­ Tú gloymir ongantíð háskúladagarnar

Tær høvdu leingi tosað um at hittast aftur, og seinasta leygardag á 50 ár eftir at tær hittust fyrstu ferð, gjørdist tað veruleiki. Næmingarnir komu úr øllum ættum í Føroyum, og onkur kom eisini úr Danmark og Svøríki

Tær vóru næmingar á Háskúlanum fyri 50 árum síðan. Seinasta leygardag hittust tær aftur, og høvdu ein ógloymandi dag saman í Havn, har hæddarpunktið var, tá tær hjartaliga vórðu móttiknar á Háskúlanum, har eisini Jóhannes og Paulina av Skarði, sum stóðu fyri Háskúlanum í 1948, vóru hjástødd.

Orsøkin til at gomlu háskúlanæmingarnir settu sær stevnu á 50 ára degnum, kom av, at ein teirra Marianna Joensen í Kvívík, hitti ein av næmingunum frá háskúlatíðini umboð á Norrønu. fyri nøkrum árum síðan.


Eydnaðist ikki

fyrstu ferð

Tær hildu tað vera eitt hugskot at skipa fyri tiltaki og at vitja aftur á Háskúlaum á 45 ára degnum. Hóast ein roynd varð gjørd at samla næmingarnir tá, eydnaðist tað ikki.

Ikki fyrr enn nú herfyri, tá annar næmingur Anna Egholm og Marianna Joensen hittust í bussinum.


Á Kondittarínum

Tær prátaðu um at gera eina roynd aftrat. Anna visti um sjey av teimum gomlu næmingunum, sum búðu í Havn, og tær samdust um at hittast á Kondittarínum, fyri at práta um, hvat tær skuldu gera, sigur Marianna Joensen.

Meðan tær sótu á Kondittarínum, sóu tær eina konu, sum var næmingur saman við teimum, og sum býr á bygd, koma um Kára Hornið. Hon var eisini rópt inn á Kondittaríið, og hon visti eisini at siga frá øðrum næmingum.

Seinni var ein mynd tikin og sett í Dimmalætting, við áheitan til næmingar frá 1948, men har kom ikki stórvegis burturúr. So settust gomlu háskúlanæmingarnir við telefonina at leita upp aðrar næmingar, eins og brævskrivingin eisini gjørdi sítt til, at tað eydnaðist teimum at hittast seinasta leygardag.

­ Vit vóru 26 næmingar í 1948 á Háskúlanum, og nú vit hittuast, vóru tríggjar deyðar og bert tvær okkara kundu ikki koma við. Ein triða noyddist at senda avboð, av tí at hon er sjúkrasystir og skuldi til Danmarkar við einum sjúklingi, sigur Marianna Joaensen, sum er ógvuliga fegin um, at tað at enda eydnaðist teimum at hittast.

Dagurin byrjaði við at næmingarnir, sum nú eru 65 - 71 ára gamlar hittust á Farstøðini í Havn. Hiðani varð farið niðan á Sjómansheimið, har borðreitt var við morgunmati.

­ Har sótu vit og prátaðu um gamlar dagar í einar tríggjar tímar. Í fyrstuni var torført at kenna hinar aftur, men tað vardi tó ikki leingi, so vóru vit samansjóðaðar, sigur Marianna Joensen.

Síðani gekk leiðin niðan í Listaskálan og Norðurlandahúsið at síggja listaframsýning o.a..


Móttøka á Háskúlanum

Seinnapartin var móttøka á Háskúlanum. Har sóu gomlu næmingarnir nýggja Háskúlan, men eisini tey gomlu hølini, har tey høvdu búleikast fyri 50 árum síðan. At enda var døgurði á Háskúlnum kl. 16 og um kl. 20 fóru tær hvør til sítt, eftir ein ógloymandi dag.

Anna Egholm var 17 ára gomul, tá hon fór á Háskúlan í sínari tíð. Hon búði á Glyvrum, og fyri ungar gentur tá í tíðini, var tað ein dreymur at sleppa á Háskúlan.

­ Tað stuttliga við at ganga á Háskúlan var, at undirvísingin var so spennandi, og at vit skiltu tað, sum sagt varð. Kanska var tað tí at vit vóru eldri, og dugdu betur at taka ímóti, men tað var nógv øðrvísi enn vit vóru von við. Tað var ikki eins nógv uttanatlæra sum í barnaskúlanum, sigur Anna Egholm.

­ Henda dagin uppfrískaðu vit gomul minnir. Tað var ógvuliga stuttligt og hugnaligt, og nógv var at minnast aftur á, sigur Anna Egholm.

Serliga hugnaligt var at vitja aftur á Háskúlanum, har Rói Patursson, háskúlastjóri, tók ímóti okkum, og vísti okkum skúlan, eins og vit vitjaðu í gamla partinum, har vit gingu fyri 50 árum síðan.

­ Hugtakandi var at koma inn í gomlu skúlastovuna, sum í mínum hugaheimi var øgeliga stór og rúmlig, men sum í dag bert er eitt lítið rúm, sigur Anna Egholm.


Ógloymandi

Um hvat tey tókust við á Háskúlanum sigur Anna Egholm, at Jákup av Skarði undirvísti í føroyskum, eins og Jóhannes av Skarði. Hjálmar Hátún undirvísti í sangi og kona hansara Brynhild í seyming, umframt Jóhannes av Skarði, sum var høvuðslærari og gav teimum hópin av vitan.

­ Háskúlaskeiðið var bert tríggjar mánaðir og vardi frá 1.mai til á ólavsøku. Hóast hetta stutta tíðarskeið, so var tíðin á Háskúlanum so góð og lærurík, at tú ongantíð gloymir tað, sigur Anna Egholm.