Í gjár spældu B36 og Víkingur javnleik 3-3 í 2. umfari í Effo-deildini. Andreas Lava Olsen skoraði øll trý málini fyri Víking, meðan Hanus Thorleifsson, Jákup á Borg og Ibrahima Camara skoraðu málini fyri B36.
Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndin
Serliga málið hjá Hanusi Thorleifsson var heldur heppið, tí hann rakti ein verjuspælara hjá Víkingi, so skotið snýtti málverjan, Geza Turi.
Les eisini: Samandráttur B36-Víkingur 3-3
B36-Víkingur 3-3 (2-3)
0-1: Andreas Lava Olsen 3.
1-1: Hanus Thorleifsson 20.
1-2: Andreas Lava Olsen 26.
2-2: Jákup á Borg 34.
2-3: Andreas Lava Olsen 42.
3-3: Ibrahima Camara 81.