Tucker Carslon: samrøða við Zelenskyj á gáttini

Umstríddi sjónvarpsverturin gjørdi fyrr í ár eina samrøðu við Vladimir Putin

Mynd: Gage Skidmore

Tann umstríddi amerikanski sjónvarpsverturin, Tucker Carlson, skal sannlíkt gera samrøðu við ukrainska forsetan, Voldodymyr Zelenskyj. Tað skrivar hann á sosiala miðlinum X.

 

Tucker Carslon var í nógv ár vertur á amerikansku sjónvarpsstøðini Fox News, har hann hevði sína egnu sending, Tucker Carlson Tonight. Fox News koyrdi hann í apríl í fjør, og hann hevur síðani stovna sín egna miðil, Tucker Carslon Network.

 

Fyrr í ár fór Tucker Carlson til Moskva, har hann gjørdi eina umstrídda samrøðu við russiska forsetan, Vladimir Putin. Hann var fyrsti vesturlendski journalistur at gera samrøðu við Putin, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022.  

 

BBC skrivaði um samrøðuna, at Putin fyrsta hálva tíman av samrøðuni “helt ein fyrilestur um russisku og ukrainsku søguna, sum var ørvitistos”. Carlson gjørdi eisini eina røð av videobrotum úr russiskum matvøruhandlum, sum skuldu vísa, at vesturlendsku revsitiltøkini móti Russlandi ikki rigga eftir ætlan.

 

Tucker Carlson er umstríddur, og verður av fleiri skýrdur at hoyra til ytsta høgravongin, og hann hevur eisini fingið atfinningar fyri at breiða út konspiratiónsteoriir um millum annað fólkaútskifting, valsvik í samband við forsetavalið í 2020 og álopið á kongresina 6. januar í 2021.

 

##med2##

 

Mynd: Gage Skidmore