Tað var rokan í fjørðinum ? myndlist av føroyskum listafólki og kórsangur av føroyskum unglingum, so tað var bara var at fara út í tann listaliga fjørðin í tí danska høvuðsstaðnum og kasta snørið ? ræsa og heimta, heimta og ræsa.
Eyðun av Reyni var farin inn á gólvið hjá Galleri Rasmus í Keypmannahavn við sínum jarðlittu málningum. Hann er sonur faðir síns og drap uppi í málningunum við anda frá pápanum. Einki ilt um tað. Hetta ger bara tað æviga skerið í myndlistini til eina andaliga demensión, sum røkkur so langt, at ilt er at grynna á tí listaliga havinum, men gott er at kenna fløvan av hond faðir síns.
Mangir listamenn hava eina filisofiska demensión í síni hugsan og hugburi. Teir eru alla somlu tíðina í síni streymrás, og í hesum meldri snýr tankin seg um, hvussu skapið í teirra list skal verða. Tað kylir í kenslunum, í heilanum og ikki so sjáldan verður farið út at ríva um, raka upp og kylla á málingateigunum. Tá ert tú onkuntíð saman við onkrum øðrum sum hjá Eyðuni: Saman við faðirinum. Hann og faðirin eru eitt, men glóðin í myndunum ber brá av, at Eyðun ein dag sær yvir um fjørðin? sum Cészanne mælti:
? Stendur tú einum listamanni nær, fer tín egna uppliving, tá ið tann listaliga kenslan verður borin fram, at bróta ígjøgnum sortar skýggjar. Tú finnur títt pláss í sólini, men tað, tú skalt gera, er at ogna tær tín máta at byggja myndina upp við.
?ella bara morgun
á Tinganesi
Jú, satt at siga var faðirsins hond við í myndunum, men streymjaðarnar átti Eyðun.
Listin hevur altið verið guddommilig. Freud fór at skriva um tað innara menniskja, tá ið hann sá, at myndlistin fór í dýbdina við at festa sálarlig eyðkenni á løriftið. Listafólk málaðu tað innara menniskja og ikki bara tað ytra. Yrkjarar fóru undir at skriva um ræsir í sálarliga dýpinum og fyribrygdum í natúruni, áðrenn granskarar funnu út av, at her var nakað, sum var vert at granska.
Eg havi altíð hildið, at Ingálvur av Reyni hevur verið framman fyri sína tíð. Hann fór undir at mála samansettar streymrásir, áðrenn hesar vóru natúrligar. Hygg at myndum hansara og far so inn í innmatin á onkrum tøkniligum t. d. einum chipsi, ger hann størri, legg hann við síðina av einum av málningunum hjá Ingálvi ella Eyðuni!
Hvat sært tú?
Tú sært tað sama, men í jarðligum liti av ræsum, sum so hegnisliga fara um reynir og røkur og toyggja seg út í natúrunar loyndardóm, har mangt og mikið endar í gráum morgni, ella fjallaløtum ella bara einum morgni úti í Tinganesi.
Mergjað, litføroysk framsýning
Tað ófatiliga einkla í strokinum, sum kann rúma so nógvari orku, at pensilin er uppslitin, áðrenn samankomingarnar hava funnið seg til sættis á løriftinum. Litirnir ? tað gráa, svarta, jarðgrøna, morreyða, hvíta bylgir í ræsum. Megin, litorkan er farin út í sálarligar demensiónir í tunglyntum vevnaði av summarsligum anda, heystligum kvøldliti, vetrarræsum í sjógvi, luft og tindum og várligum vindum og leiðir eygað aftur og fram í sjóvarføllum, sum ongan enda taka.
Tupan liggur sundirkroyst á málinagborðinum. Hon hevur eymkað og givið seg í hesi skapan, og spyr: Hvar ert tú á veg, Eyðun? Hvat siga integreraðu streymræsirnar?
Césanne málaði sama motiv umaftur og umaftur fyri at koma víðari fet fyri fet, at skapa tann fullkomna formin, og hann skrivaði til vinir sínar líka til tað síðsta, at hann metti, at hann gjørdi framstig. Tað gekk seint, og tað ger tað eisini.
Ein dag er Eyðun loystur úr lagdi, og málingin flýtur út í ræsir av einari nýggjari demensión, hvar faðirsins hond er í myndunum, men litrøddin er Eyðuns, men fet fyri fet gongur hann sínar egnu leiðir, og tað er sára gott. Hetta var ein sera mergjandi, litføroysk framsýning.
Cantabile í Samuelskirkjuni
Í purpurlittum kvøldroða týskvøldið 10. mai í Torsgade í Samuelskikjuni sveiggjaði Pauli í Sandagerði taktstokkinum. Eitt fitt kór saðlaði hestin hesa litføgru løtu. Vit vóru á reiðferð, fóru upp um heyggjar og stýggjar við tónum sprotnir úr føroyskum jørðildi og mong av hesum løgum, átti Pauli. Eitt gleðiligt umfar av mynstri úr hansara hond lyfti ljóðið upp undir bitarnar í hesari nýliga umbygdu kirkju.
Eg hugsaði um steinslagið Tugtupit, sum bert finst í Grønlandi og Ruslandi, at løgini hjá Paula eru sprottin í Sandagerði og finnast bert her og onga aðrastaðni. Sært tú ikki hvussu rík vit eru í landi okkara? Landið verður størri, marglittari við tí listaliga dáminum. Tjóðin andar í list og tann, sum liggur og dregur ? liggur á deyðastrá, hevur soðið føroyska ljósið, regnið, stormin, ástarsljóðið, dýrdarløturnar og sorgarstundirnar til sín. Sálin er mettað av list úr tí stórbaru natúruni. Alt er list. Fult er av sevjumiklum ljóði og litum í natúruni.
Ber tokka til
sítt egna ljóðmal
Eyðun málar samansettar ræsir, og Pauli fyllir ræsirnar hjá Eyðuni við livandi tónamáli. Litir og ljóð fara eftir áarstreyminum og leita út í hitt stóra listaliga havið, har eingin grynnur. Vit hava bert litir, skap og tónar at tulka hesa dýbd. Knæfallið í hesum velduga altarringi framman fyri hesum stórbara listaliga havinum er marglitt. Litmálið í løgunumm hjá Paula kallar á ástarløtur ímillum tónar og ljóð, sum onkuntíð kunnu kennast sum einsligir, øskulittir vetrarfuglar, ið liggja á hesum knæfallið og fáa listaliga breyðið og víni. Reisa seg upp aftur og hava fingið fyrigeving fyri allar listaligar syndir sínar og fara undir eitt nýtt skapandi tónlistalív.
Eitt Tugtupit ljóð, sum bara finst her og onga aðrastaðni.
Pauli liggur ikki og svevur. Hann flytir seg alla somlu tíðina, sum Eyðun við smáum fetum og ber tokka til sítt egna ljóðmál ? kærleiksfult, brosandi, men eisini gnellandi, ljóðfylt í einum religiøsum kirkjuligum tónamálið, sum tú hómar hjá øðrum tónlistafólki t. d. Knud Nystedt.
Føroyskur klangur ? úr Sandágerði
Men hjá Paula er tað føroyskt, og serliga var tað sterkt í Samuelskirkjuni hetta kvøldið, hvar kórið sang mikið væl. Cantabile stóð væl skorað í einari góðari lundbót. Her vóru væl skúlaðar røddir, ið lótu seg í rungandi, føroyskt kórmál ? ein yndisligan kórklang borin fram av 13 fólkum. Eg má siga, at onkuntíð kundi eg hugsað mær meira bassklang, men hóast teir bert vóru tveir í tali, kláraðu teir seg væl. Óræddiliga kundi Pauli fara við hesum tekkjuligu kvinnum og unglingum út á tann víða tónlistaheimin og bera føroyskan kórsang fram, tá ið hann er bestur.
Nú havi eg livað so leingi, sæð nógva myndlist, hoyrt nógvan kórsang ymsa staðni frá, og eg eri komin til ta niðurstøðu, at føroysk list er oftani eins góð sum útlendsk list. Sjálv Varmakeldu-framsýningin hevur eins gott rák í sær, sum so mangt annað, tú sært uttanlands.
Ja, hon er bara úr Fuglafirði.
Føroyskur kórsangur hevur gott orð á sær og hevur í norðurlendskum høpi ein sjaldsaman klang ? ein farra av einum Tugtupitljóðið, og í hesum førinum kom hann úr Sandagerði bæði í kórklangi og í løgum, sum Pauli sjálvur hevði gjørt, og tað er sára gott.