Tað passar ikki, at hann einki hoyrdi frá okkum.
Tvørturímóti kann ikki ikki snúgva sær undan, at tað var hansara niðurgerðing av okkum sum fakfelag, sum mundi kostað okkum eitt verkfall.
Ása Djurhuus, formaður í heimahjálparafelagnum vísur uppá tað harðasta aftur tí, sum Tummas Magnussen í landsstýrinum førir fram um sáttmálasamráðingarnar ímillum heimahjálpirnar og landsstýrið í Sosialinum mikudagin.
Hon vil ikki hava sitandi á sær, at heimahjálpirnar høvdu nakra sum helst skyld í at samráðingarnar seinasta fríggjadag um nýggjan sáttmála mundi farið fyri bakka.
Tað var eina og aleina samráðingarleiðarin hjá landsstýrinum, sum mundi forkomið øllum, sigur hon
Í Sosialinum mikudagin førdu keldur, sum stóðu samráðingunum nær, fram, at tað var uppá eitt hangandi hár, at tað endaði við verk- fallið seinasta fríggjadag.
Og tað var ikki av ósemju um sáttmálan.
Tað var tí, at tá ið samráðingarnar skuldu byrjað, stakk Tummas Magnussen, samráðingarleiðari hjá landsstýrinum, av til Danmarkar.
Hesum afturvísti hann í eini viðmerking.
Hann segði, at hann hevði avlýst samráðingarnar fríggjadagin tí hann skuldi til Danmarkar henda dagin, og tá ið hann einki hoyrdi aftur, tók hann tað, sum at heimahálpirnar høvdu góðtikið hetta.
Ikki fyrrenn í síðstu løtu kom svar frá heimahjálpunum, um at tær ikki vildu góðtaka, at samráðingarnar vórðu úsettar.
Kroystar av hesum hevði hann gjørt av, at útseta danmarkarferðina til tað seinna flogfarið fríggjadagin. So skuldi hann føra samráðingar um morgunin, men so skuldi annar samráðingarleiðari taka yvir seinnapartin.
Talan var ongantíð um at avlýsa Danmarkarferðina heilt, sum heimahjálpirnar høvdu fingið fatan av.
At hann so brádliga mátti úr Tinganesi um fríggjamorgunin av serligum orsøkum, og ikki slapp aftur, helt hann, at heimahjálpirnar høvdu góðtikið...
Mundi forkomið øllum
Ása Djurhuus, formaður í heimahjálparafelagnum, vísur uppá tað harðasta aftur tí, Tummas Magnussen sigur.
Mikudagin vildi hon ikki leggja seg út í málið, men nú beinleiðis ósannindi eru komin fram, kennir hon seg noydda at koma við eini rættleiðing.
Heilt einfalt var tað Tummas Magnussen, sum mundi forkomið øllum samráðingunum við síni niðurgerðandi framferð, sigur hon.
Hon sigur, at veruleikin er tann, at sáttmálin gekk út 31. mai á midnátt.
4. juni var fyrsti samráðingarfundurin, har heimahjálpirnar løgdu síni krøv fram.
Á fundinum 4. juni avtalaðu vit at møtast aftur fríggjamorgunin 13. juni klokkan 9 og at samráðast út í eitt til tað antin slitnaði, ella semja fekst um nýggjan sáttmála, og at leingja sáttmálan til á midnátt hetta sama fríggjakvøld.
Men so hendi tað, at hósmorgunin klokkan 10.39 kom telefax úr Tinganesi um at útseta samráðingarnar, tí Tummas Magnussen skuldi av landinum.
Longu 15 minuttir seinni, klokkan 10.54, faxaðu vit aftur, at nú var øll nevndin longu komin til Havnar úr øllum landinum, og at tað læt seg ikki gera at útseta samráðingarnar, tí fólk kundu ikki leggja fleiri dagar niður fyri at koma til Havnar.
Skuldi Tummas Magnussen av landinum, mátti landsstýrið finna annan samráðingarleiðara.
Ása Djurhuus sigur, at tað tí er beinleiðis ósatt, tá ið Tummas Magnussen sigur, at hann einki hoyrdi aftur frá heimahjálparafelagnum so leingi, at hann tók tað sum um vit høvdu góðtikið útsetingina.
Tvørturímóti ringdi hann aftur til mín um útvarpstíð hóskvøldið og vildi útseta samráðingarnar tveir tímar, til klokkan 11, tí hann hevði tikið okkurt annað felag inn ímillum, sum hann skuldi samráðast við.
Samstundis staðfesti hann avtaluna um, at vit skuldu samráðast út í eitt, sum avtalað tann 4. juni.
Avlýst
Ása Djurhuus sigur, at tá ið nevndin í heimahjálparafelagnum so kom út í Tinganes klokkan 11 fríggjamorgunin tók Tummas Magnussen sjálvur ímóti, og bað okkum sessast í fundarhølinum, tí hann kom beinanvegin.
Samstundis boðaði eitt skrivstovufólk okkum frá, at Danmarkarferðin var avlýst -ikki útsett- tí hann skuldi samráðast við okkum um sáttmála.
Formaðurin í heimahjálparafelagnum sigur, at tá ið Tummas Magnussen brádliga mátti úr Tinganesi, og ikki kundi koma aftur fyrrenn mánadagin, og fingu
orsøkina at vita, góðtóku tey tað.
Tá bóðu vit um at fáa annan samráðingarleiðara, sigur Ása Djurhuus .
Svarið var, at tann einasti, sum kundi koma uppá tal var Bjørgfríð Ludvig, men óvist var, um hon kundi taka hetta á seg fríggjadagin, tí hon var upptikin.
Umsitingin skuldi kanna um tað læt seg gera hjá Bjørgfríð at átaka sær samráðingarnar, og so skuldi okur aftaná døgverða.
Sostatt fóru vit til húsar aftur at bíða, sigur Ása Djurhuus.
Fleyt yvir
Men tá ið Tummas Magnussen so beint eftir døgverða varð sæddur við pakk og sekk á veg í flogvallarbussin, fleyt bikarið yvir, sigur Ása Djurhuus.
Hetta vildu vit ikki finna okkum í, tí hetta vísur, hvssu lítla virðing hann hevur fyri okkum sum fakfelag.
Tí settu vit okkum aftur í samband við Tinganes og kravdi samráðingar, sum ætlað og at landsstýrið fann ein samráðingarleiðara við heimild at skriva undir sáttmála, ella bleiv verkfall á midnátt sama kvøld.
Ása Djurhuus sigur, at tað er eisini ósatt tá ið Tummas Magnussen sigur við Sosialin, at avtalað var innanhýsis í Tinganesi, at Bjørgfríð Ludvig skuldi leiða samráðingar seinnapartin.
Tí tá ið vit kravdu annan samráðingarleiðara, máttu tey fyrst kanna, um Bjørgfríð kundi átaka sær hetta, tí hon var upptikin aðrastaðni.
Tað kundi hon so, men ikki fyrrenn klokkan fimm um dagin.
Ása Djurhuus sigur, at tað tí er heilt greitt, at hevði verkfall blivið fríggjakvøldið, hevði tað verið Tummas Magnussen, sum einsamallur hevði havt skyldina.
Tí tað var hann, sum mundi forkomið samráðingunum við síni niðurgerðandi framferð av okkum sum fakfelag, sigur Ása Djurhuus.