Tummas Paula Thomsen til minnis

Eg havi starvast á Sosialinum í fleiri ár og havi á hesum deiliga arbeiðsplássi lært nógv góð fólk at kenna, ein teirra er Tummas Pauli, sum nú 77 ára gamal, stendur undir børu.

Tummas Pauli við telduna í blaðhúsinum hjá Sosialinum á Argjum um aldarskiftið. Hann var prentari av gamla slagnum, sum hevði arbeitt við blýggi – og kom umvegis off-sett tøknina eisini inn í teldutíðina

Tummas Pauli var í yvir 30 ár partur av prentarayrkinum á Sosialinum og hann var ein trúfastur maður, sum var so neyvur, at tú kundi seta klokkuna eftir honum.

 

Hvønn einasta morgun, síðan hann fór at starvast á Sosialinum í 1972, keypti hann eitt rundstykki. Hetta skar hann í tveir partar og síðan brúkti hann næstu fimm minuttirnar at trýsta Lurpak smør niður í teir, so fast, at deiggið var kleimt saman sum ein turr keks. Síðan oysti hann súltutoy á og át í friði og tøgn rundstykkini og kvitteraði ofta við einum vinarbreyði og kaffi afturvið. Og Tummas Pauli var ein klænur maður, tað sást ikki á honum, smørið og vinarbreyðið um morgunin.

 

Tummas Pauli ikki bara át til morgunkaffi á Sosialinum. Hann prátaði og luttók í prátinum, sum sum vanligt er í einum blaðhúsi, tað vil siga um evnir, sum journalistarnir arbeiddu við. Hann kom við tipsum og tók tað við inn í húsið, sum hann hoyrdi í býnum og síðan var tað okkara uppgáva at faktatjekka. Og hann var lunur, hevði eitt fitt og sjarmerandi skálkasmíl, sum hann vist nokk hevði arvað úr Nólsoy. Pápi hansara Edvin, var nólsoyingur, sum hevði sett seg niður í Hornabø og har hevði hann handil. Har fekst eisini vinarbreyð tá íð eg sum blaðungur búði beint við síðuna av handlinum hjá Miu og Jens, og mín morgunmatur um hetta mundi var maltøl og vinarbreyð. Tað var áðrenn búkur sást á mær.

 

##med2##

 

Eg upplivdi Tummas Paula sum ein ógvuliga fittan og heitan mann. Tað var gott at vera nær honum. Og stuttligur var hann eisini, hann sá tað stuttliga í tí smáa og hevði góð eygleiðaraevnir.

 

Og hugaligt var at síggja umsorganina hann hevði fyri konuni, Oddny, sum hevði ringa heilsu og tí mátti ofta til Danmarkar í heilsuørindum. Hon doyði av sjúkuni, áðrenn hon var blivin gomul. Vit á Sosialinum lærdu eisini børnini at kenna, tí tey vóru ofta at síggja í blaðhúsinum.

 

Ein dagin, eg møtti Tummar Paula í SMS og tað er ikki so øgiliga langt síðan, komu vit beinanvegin inn á lætta og skemtiliga prátið. Eg spurdi hann, hvat hann gjørdi, eg visti at hann ikki arbeiddi meira og einkjumaður var hann.

 

“Hvat fær tú tíðina at ganga við, Tummas Pauli? “

 

“Eg?”, “Eg fríggi,” sigur hann við eyðkenda skálkasmílinum.

 

Og nústaðni leggi eg merki til, at tað stendur ein kvinna viðsíðuna av honum. Hon er ættað úr Klaksvík og tey høvdu funnið saman í lívsins sólsetri.

 

##med3##

 

Nú eg havi spurt meg fyri, hoyri eg, at Tummas Pauli kom ongantíð fyri seg aftur av Corona og tað var hansara bani. Allarhelst fari eg at fylgja í morgin, leygardagin og úr Vesturkirkjuni klokkan fýra. Um ikki, fáa tit, hansara nærmastu, ein flógvan tanka frá mær beint nú.

 

Tummas Pauli og Sosialurin minnir meg á eina góða tíð, ávegis upp á lívsins tind og har eri eg ikki komin enn og komi ikki har eitt sekund, áðrenn eg skal.

 

 

 

 

 

 

 

Tummas Pauli við telduna í blaðhúsinum hjá Sosialinum á Argjum um aldarskiftið. Hann var prentari av gamla slagnum, sum hevði arbeitt við blýggi – og kom umvegis off-sett tøknina eisini inn í teldutíðina

Tummas Pauli og konan Odny, sum doyði í 29. desember í 2017, tveir dagar fyri 69 ára føðingardagin

Tummas Pauli við setimaskinuna í blaðhúsinum hjá Sosialinum á Argjum – helst í áttatiárunum.