Nýggjársrøðan hjá Edmundi Joensen, var sera ósamanhangandi. Hetta sigur Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum í eini viðmerking til nýggjársrøðuna hjá Edmundi Joensen, løgmanni.
- Edmund Joensen byrjar við at rósa sær sjálvum, og hinum landsstýrismonnunum fyri, at tað búskaparliga gekk betri í 1997.
- Men hyggja vit eftir orsøkunum til, at tann føroyski búskapurin er betri fyri í 1997 enn í 1996, so er ein av orsøkunum, at meiri fiskur er komin uppá land, og ikki minst, at meiri er fingið fyri hann.
- Hetta er alt nakað, sum er komið uttanífrá. Landsstýrið hevur ikki havt møguleika at ávirka hesi tiltøk á nakran hátt.
- Og tað fýlist eg á. Løgmaður kann ikki vísa á eitt einasta tiltak frá Landsstýrinum sum hevur betra búskaparligu støðuna í hesum landi.
- Men, samstundis spáar hann okkum eitt ringt komandi ár, við sparingum og skattingum, og tað fái eg ikki at hanga saman við byrjanini.
Ov lítið sparsemi
Hinvegin, heldur Finnbogi Ísakson, at teir í Landsstýrinum hava verið alt ov glaðir fyri, at lata pening úr landskassanum.
- Tá eg játtaði at atkvøða fyri fíggjarlógini, kravdi eg, at tað skuldi latast ein skattalætti uppá uml. 100 mió kr., og tað varð gjørt. Men teir halda bara fram at gjarða út.
- Tað er onki lagt niður fyri, eitt nú til at gjalda skuld við. Likviditeturin hjá landskassanum er ikki betri enn góður. Løgtingið hevur sjálvt samtykt, at likviditeturin skal vera minst 15% av bruttotjóðarúrtøkuni, og tað svarar til uml. 870 mió kr.
- Í løtuni er likviditeturin eitt sindur meira enn 1 mia. kr., men tað er ikki nóg mikið.
- Tað einasta, Landsstýrið kann gera fyri at betra um likviditetin hjá landskassanum, er at spara upp. Tað ber ikki longur til at leggja í grunnar, og tí má uppsparingin hjá landskassanum økjast. Serliga tí, at tað eru viðurskiftir uttanífrá, sum vit onga ávirkan hava á, sum gera, at likviditeturin hjá landskassanum knappliga broytist til tað verra.
Finnbogi Ísakson stendur ikki einsamallur við hesum uppfatan av støðuni. Um ársskifti fekk Landsstýrið ein dyggan framman á frá búskaparfrøðingum og øðrum serkønum fólki. Bæði Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovu Føroya og Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, hava alment funnist at landsstýrinum, fyri ikki at føra ein nóg varnan fíggjarpolitik.
- Men eg haldi at tað kenst meira svárt hjá Edmundi Joensen, at eisini Ráðgevandi nevndin átalar landsstýrið fyri at føra ein ov linan fíggjarpolitik. Hann lurtar meiri eftir Ráðgevandi nevndini, enn eftir okkara egnu serkønu.
Valrøða og politiskt túnatos
Edmund Joensen sigur eisini, at Ríkisfelagsskapin er ein av orsøkunum til, at tað búskaparliga gongur rætta vegin.
Hesum er Finnbogi Ísakson ikki samdur í.
- Í ringum tíðum, høvdu vit verið betri stødd við ikki at havt krónusamband við Danmark. Danska krónan er sterk, og tað hevur eftir míni meting kosta okkum dýrt.
Harafturat heldur Finnbogi Ísakson, at Rríkisfelagsskapurin gevur ein falskan tryggleika:
- Undan 1992 hildu politikarar, at landið ikki kundi fara á húsagang, tí Danmark stóð aftanfyri.
- Nú vita teir, at tað kann.
Finnbogi Ísaksson fílist eisini á, at tann almenna umsitingin í Tinganesi er økt so øgiliga nógv síðani 1994.
- Eg eri púra samdur í, at almenna umsitingin skal broytast og mennast. Men tað er mátin, sum tað er gjørt uppá. Tey, sum eru sett í starv í Tinganesi seinastu fýra árini, eru næstan bara stjórar og fulltrúar. Ongi skrivstovufólk. Tað er sum at manna eitt skip bara við skipsførarum og ongum dekkara. Tað ber ikki til.
- Annars er talan um eina valrøðu og politiskt túnatos, sigur Finnbogi Ísakson.at enda.