Út ímóti helvtini av løgtinginum seinastu fýra árini varð í gjárskvøldið skift út. Tíggju komu ikki aftur á ting, og fleiri fyrrverandi tungvektarar fullu Óli Breckmann, Bjarni Djurholm og Heðin Zachariassen úr Fólkaflokkinum. Olav Enomoto og Marjus Dam úr Sambandsflokkinum. Andrias Petersen og Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum. Og Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Finnur Helmsdal úr Tjóðveldi.
Hesi tíggju mistu sínar tingsessir, tá veljarin í gjár hevði talað.
Meðan tíggju tingfólk fullu, komu fimtan nýggj andlit á ting (fýra stillaðu ikki upp aftur, og tingmannatalið er hækkað úr 32 í 33).
Tey nývaldu eru Jacob Vestergaard, Annika Olsen, Jákup Mikkelsen og Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum. Magni Laksáfoss, Bjørn Kalsø og Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum. Helena Dam á Neystabø, Hans Pauli Strøm og Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum. Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum. Og Bjørt Samuelsen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Sjúrður Skaale og Heini O. Heinesen úr Tjóðveldi.