Tríggjar konur í Dali, Bergljót av Skarði
~~~~~~
Í farnu viku høvdu fólkafloksfólk fund heima á Sandi. Millum annað var til umrøðu tunnilsgerð í oynni og til oynna. Tað frættist, at fundurin kom til ta niðurstøðu, at doyur skal leggjast á at fáa undirsjóartunnilin til Sandoynna í gongd heldur enn at raðfesta tunnilin ímillum Húsavík og Dal. Fólkafloksfólk í Sandoynni hildu, at tað skuldi bíða! Fólkaflokkurin er ímóti tunli til Dals? Og fólkaflokkurin ræður í Føroyum.
Hesir báðir tunlarnir eru heilt hvør sítt mál og hvør sítt projekt. Tunnilin til Dals hevur verið í umbúna í mong harrans ár. Fyrireikingar eru gjørdar, uppmátingar, vegaføring osfr., brøv eru send til eigarar í bønum í Húsavík og Dali, og ja lesarin kann gita sjálvur, hvar í bønum hundurin er grivin.
Undirsjóartunnilin er eitt nógv nýggjari hugskot, føtt av tí eufori, sum fylgir hinum báður undirsjóartunlunum. Ivaleyst eitt nógv meiri prestigufylt og atkvøðugevandi projekt. Øll oyggin fer at brúka undirsjóarfarleiðina, bara nakrir fáir dalbingar og teirra gestir eru í lívsvanda á dalsvegnum, og hvat so.
Sama dag sum Jógvan Adolf Johannessen, lærari og tingmaður fyri javnaðarflokkin , fór til gravar í Dali, var vørubilur á veg til Dals. Hann kom ikki longur enn til Húsavíkar, vøran bleiv sett av í Húsavík, tí at bilurin torgaði ikki suðurum. Summi av teimum sum vóru og fylgdu Jógvani søgdu, at hetta var síðstu ferð tey vóru í Dali, so óhugnaligt var at koyra í berginum. Nógv tingfólk vóru og fylgdu, løgmaður og konan vóru og fylgdu, tey hava sjálvi sæð, hvussu vegurin sær út. Ongin steinur kom á vegin tann dagin, eingin skriða leyp undan ytra vegjaðara, meðan líkfylgið var á veg til Dals. Tíbetur.
Í síðstu viku kom ein stórur klettur niður á vegin, hevði ein bilur tá verið undir, so fór hann í knús. Eg ætlaði at síggja steinin, øll tosaðu um, nei landsverk varð boðsent og beindi hann burtur beinanvegin. So at siga beindi prógvið burtur. Nei, teir skuldu lagt hann til framsýningar, kanska á tinghúsvøllin í Havn.
Vegurin til Dals er ein deyðsfella, teir snakka um at fjallatryggja vegin, skula teir so eisini skriðutryggja niðanfyri ? Spyr tey, sum sigla við Smyrli framvið, hvussu lendið undir vegnum sær út? Kanska dalbingar skula fara at ganga til Húsavíkar og bera vørur og tilfar á nakkanum?
Menningin í Sandoynni er komin á breddan við vónini um undirsjóartunnil. Hús verða bygd og umvæld og keypt og seld í Skálavík, Húsavík og aðrastaðni. Dalur fær ikki lut á sama hátt í hesi menning, so leingi sum vegurin gjøgnum bergið er einasta farleið! Tey fáa nóg illa vørur og tilfar til bygdina, og gestir senda avboð, tí at tey tora ikki suður - í 2007.
Ferjulegan á Gomlurætt er nýggj, spildurnýggj bilferja er bygd, tað tekur onga tíð at sigla um Skopunarfjørð. Helvtin av sandoyingum arbeiðir í Havn, ferðast hvønn dag og hugsa einki um tað. Gerið nú tað fyrsta fyrst, ”first things first”, Skopunarfjørður er raðfestur, tá sluppu vit undan Kirkjubønesi og Rituni, Dalstunnilin stendur fyrstur fyri nú.