Tunnil til leirvíkingar

Tunnilin undir Leirvík eigur at kunna gerast bíligari enn 150 mió kr, heldur Jógvan R. Jacobsen

JÓGVAN R. JACOBSEN


Nú er nógv tosað og skrivað, um eina góða loysn fyri leir­víkingar, men enn er onki komið burturúr. Man tosar um veg oman fyri bygdina, tunnil niðri við havnalagið, tunnil oman fyri flakavirkið, veg oman fyri flakavirkið, men tá ið alt kemur til alt, hugsar eingin um leir­vík­ingar, tað skal bara vera tann bíligasta loysnin. Alt byrj­aði við, at fittir ting­menn úr Norðoyggjum seldu leirvíkingar fyri nak­rar atkvøður fyri at teir kundu tryggja sær sess í tinginum, so teir loysu Norð­oyartunnilin frá farleiðini »Leir­vík  Klaks­vík«. So var farið í gongd við tunn­ilin, sum nú skal opna í mai 2006, men málið um far­leiðina ígjøgnum Leirvík hev­ur man snakkað minst møguligt um.
Bygdafundir hava verið í Leir­vík, har leirvíkingar hava sagt, at teir ynskja ein tunnil í Leirvík, tí tað er tað tryggasta fyri Leirvíkina, og flest allir borgarar í Leirvík eru samdir við hesum. Tá ein byrjaði at tosa um tunnil ella veg, vóru prísir nevndir, fyri tunnil uml. 75 mill og fyri veg uml. 30 mill. Nú tosar man knappliga um heilt onnur tøl, veg 30 mill og tunnil 150 mill, tí tað er tað, sum Landsverk er kom­ið til. Eg spyrji bara, hvar fáa teir talið 150 mill frá? Er tað fyritøkan, sum hevur gjørt uppskotið, sum kemur við tí, fyri at teir skulu fáa meir burturúr, um hetta verður gjørt, tí helst fær ein ráðgevandi fyri­tøka eina vissa promillu av samlaða prísinum, sum uppskotið ljóðar uppá, ella er tað Landsverk, sum eru so óeffektivir í sínum arbeiði. Eg meini so við, tunnilin undir Leirvíksfjørð sum er 6000 metrar kostar 300 mill, og tunnilin sum skal vera undir Leirvík er 400 metrar og kostar 150 mill! Tað kann ikki kallast fyri akkordarbeiði. Eisini hoyrir man, at tunnilin verð­ur so dýru, tí at man skal tryggja hús og annað, men har vil eg bara siga eitt, og tað er, at Landsverk skuldi bara brúkt tann sama viberatiónsmátaran, sum teir høvdu standandi á kaiini í Leirvík, tá teir dýptu havnalagið, tí tá komu rivur í hús av viberatiónum, sum stóðust av teimum spreing­ingum sum vóru gjørdar, men Landsverk segði bara, at tað kundi ikki vera so, tí at teirra mátari niðri á kaiini segði nakað annað.
Eitt annað sum undrar meg er, at ongin vaknar úti í Tinganesi og setur spurnar­tekin við hendan prís, og fær eftirkanna hetta, so sum at spyrja aðrar fyritøkur um prís, ella bjóða projekteringina út, tí eg ivist ikki í, at tað kann gerast nógv bíligari. Tó skal sigast, at ein er í Tinganesi, og tað er okkara egni tingmaður, sum hevur lítið og onki sagt síðani hann kom inn har, men sum nú er forsprákari fyri at fáa vegin oman fyri bygdina, sum jú er beint ímóti tí, sum størsti parturin av borgarunum í Leirvík halda. Tað haldi eg vera langt úti.
jrj@kj.fo