Tunnilin er ein tænasta fyri tey vælbjargaðu

– Persónliga eri eg sera vónbrotin av egnum avrikum, sigur løgtingsmaður

– Persónliga eri eg sera vónbrotin av egnum avrikum, at hetta ikki er komið á mál, skjótt eitt ár eftir at tunnulin lat upp.

 

Tað sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Hann skrivar á Facebook í morgun, at tað skal finnast ein loysn á hesum máli í heyst.

– Eg haldi, at tølini tala sína egnu søk her, sigur hann og sipar til tølini, sum vísa, at færri fólk nú koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

– Tað eru fleiri hundrað bilførarar, sum enn velja ta gomlu farleiðina vegna kostnaðin, og harvið blívur tunnulin bert ein tænasta til tey vælbjargaðu, skrivar løgtingsmaður.

Hann vísir á, at dekkar landskassin ein minstaprís, sum ikki er rokkin í dag.

 

##med2##

– Harvið gjalda hesir bilførarar tað sama sum áður – umframt tann eykað kostnað, sum landskassin skal gjald umvegis skattin.

 

– Hesum kunnu vit á ongan hátt liva við, sigur løgtingsmaður, sum tó einki sigur um, hvussu hann ætlar, at málið skal loysast.