- Tað er alneyðugt, um Skúvoyggin skal yvirliva, at vit verða knýtt upp í ein komandi Suðuroyartunnil. Fáa vit ikki fast samband, tá møguleikin býðst við einari nýggjari farleið til Suðuroyar, doyr bygdin út og fellur í órøkt, tí her verður eingin eftir at røkja tað, sum er.
Tað sigur 82 ára gamli, Meinhard Hentze, sum vit hittu mánadagin í hesi vikuni, tá vit bankaðu á dyrnar hjá honum í Skúvoy.
- Tað undrar meg nógv, at einki hoyrist til suðuroyingar, og at suðuroyingar ikki gera vart við seg nú.
Tað, sum Meinhard serliga sipar til, er ikki minst langa tunnilin, sum ætlandi skal knýta Suðuroynna upp í meginøkið.
- Tað verða fleiri enn 20 kilometrar hjá suðuroyingum at koyra undir jørð og gjøgnum havbotnin.
Hann ásannar, at sjálvandi hevur hann ongar førleikar at meta um trygdarviðurskiftini í einum slíkum tunli.
- Men, skuldi nakað hent í einum so longum tunli – tað kundi eitt nú verið eldur í einum bili – so hevði eg nógv heldur viljað sloppið upp í Skúvoynni enn at verið rendur inn í eitt “skáp” langt niðri í havbotninum.
Meinhard leggur aftrat, at slíkt hevði hann hildið verið eina syndarliga loysn, sum hann tekur til.
- Men, her hoyrist ikki eitt einasta orð til suðuroyingar, og tað undrar meg, at teir ikki gera vart við viðurskifti sum hesi, nú ein Suðuroyartunnil eftir øllum at døma er í stoypiskeiðini.
Sjálvandi vilja skúvoyingar hava tað sama, sum onnur hava og tað einasta, sum kann broyta viðurskiftini í oynni, er fast samband.
- Sandoyartunnilin er komin, men framvegis skilir Skúvoyarfjørður okkum frá meginlandinum og so leingi, sum fjørðurin er við teimum avbjóðingum, sum hetta hevur við sær, vænti eg ikki, at tað verða stórar broytingar í oynni.
Meinhard vísir á, at Skúvoy er brimpláss, og tað fara altíð at vera avbjóðingar í vetrarhálvuni at koma í oynna og at sleppa av aftur oynni.
- Vit eiga fýra vaksin børn, níggju abbabørn og tvey langabbabørn, sum øll búgva inni á meginøkinum. Tey eru ófør at vitja okkum, tá løturnar eru, men tey noyðast altíð at passa seg til líkindini.
Elsti sonurin, sum er timburmaður, er eisini seyðamaður í haganum í Skúvoy, sum familjan eigur í.
- Hann følir seg kanska meira knýttan til oynna sum seyðamaður og sum óførur timburmaður at taka eina hond í við onkrum praktiskum, sum skal gerast.
Meinhard Hentze heldur tað vera fantastiskt, tá børn, abbabørn og langabbabørn vitja í oynni.
- Men, alt hetta hevði verið so nógvar ferðir lættari, um Skúvoy hevði fast samband við meginøkið, sum eg haldi, at politiski myndugleikin eigur at seta sum krav, tá verklagslógin við Suðuroyartunlinum endaliga verður skrúvað saman, sigur hann.