Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, er ikki uppstillaður til kommunuvalið, sum verður hin 13. november. Eftir at hava sitið 12 ár í kommununi, harav seinastu átta árini sum borgarstjóri, gevst hann nú í politikki.
Símun var við í arbeiðsbólkinum, sum longu í 2002 legði út við ætlanunum um at byggja Skálafjarðartunnilin.
- Vit settu okkum fyri at brúka átta ár upp á tunnilin, og tá hildu vit, at tíðarætlanin var rættiliga rúm. Fyrsti partur av tíðini skuldi brúkast til viðgerð av verkætlanini, kanningar av ymiskum slagi, og síðan skuldi arbeiðast við einum fíggingarmodelli. Sambært hesi ætlan skuldi verða koyrandi gjøgnum Skálafjarðartunnilin á ólavsøku í 2010 - ella fyri meiri enn tveimum árum síðan.
Borgarstjórin heldur persónliga, at tað er eitt stórt spell, at henda tunnilsætlan, sum er 100% rentabul, kom í drag - ikki minst, tá tað vísti seg og framvegis vísir seg at verða ein frálík verkætlan, sum verður til gagns fyri alt samfelagið.
Hann vísir á, at í dag - 10 ár seinni - er so gott sum einki hent, og vit kunnu siga, at soleiðis kann tað ganga, tá politikkur kemur í eitt mál.
Símun Johannesen sigur, at hann øll árini hevur verið sera spentur upp á hesa tunnilsætlan.
- Eg havi onga løtu verið í iva um, at Skálafjarðartunnilin hevði verið eitt rættiligt gjøgnumbrot fyri Skálafjørðin og Eysturoynna í síni heild. Vit høvdu við hesi nýggju farleið fingið eitt stórt vakstrarøki við Skálafjørðin, og tað hevði verið áhugavert at upplivað hesa tíð sum borgarstjóri. Men soleiðis skuldi ikki vera, ásannar borgarstjórin í Nes kommunu, sum nú gevst í kommunalpolitikki.