Tunnilin ímillum Øravík og Hov: Enn er óvissan ov stór

? Tað eru óráð at gera tunnil ímillum Øravík og Hov, har sum NCC hevur bjóðað sær til at gera hann, uttan at kanna lendið gjølligari, sigur Landsverkfrøðingurin

Hovstunnil

Suðuroy: Landsverkfrøðingurin fer nú at seta alla orku inn uppá at kanna, um tað ber til at gera tunnil ímillum Øravík og Hov inni í dalinum, har norska felagið NCC hevur bjóðað sær til at gera hann.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, sigur, at tað er neyðugt at gera hesar kanningarnar, áðrenn endalig støða kann takast, tí annars verður vágin hjá landsstýrinum alt ov stórur.
Hann sigur, at kanningarnar verða lidnar seinni í summar.
Síðani ætlanin at gera tunnil ímillum Øravík og Hov tók seg upp, hevur nógv kjak verið um, hvar hesin tunnilin skuldi vera.
Landsverkfrøðingurin skeyt upp at gera ein tunnil nakað uppi í fjallinum. Men síðani varð aftur kynt uppundir kjakið tá ið norska felagið NCC bjóðaði sær til at gera ein nógv betri tunnil nakað væl longri niðri í dalinum fyri eina nogv minni upphædd.
Síðani hevur harð?liga verið funnist at Landsverkfrøðinginum fyri at hann ikki vísti á hendan møguleikan.
Vit hava sostatt spurt Landsverkfrøðingin, hvar málið liggur í løtuni og um, hvat hann sigur um tær atfinningar, sum hava verið.
Oyvindur Brimnes sigur, at ætlanir um tunnil ímillum Øravík og Hov hava verið á skránni í nógv ár.
? Í hesum sambandi eru ymsar linjur teknaðar, eisini í økinum, har tann nýggjasta linjan er løgd, og harafturat eisini uppaftur longur vesturi.
? Í 1999 varð ein jarðfrøðilig kortlegging gjørd, og hon vísti, at økið var rættiliga trupult at fáast við. ? Tunnilslinjurnar ganga eftir øllum at døma gjøgnum flágmørk við ilskukendum gróti og leir- og royðugrýtislyndum, sum eru 10 metrar tjúkkar, og har tilfarið er vánaligt. Tað vísir seg eisini, at helst er vinkulin millum tunnil og flágir, lítil. Tað merkir, at kemur tunnilin í vánaligt tilfar, verður longi at koma tvørturum tað.

Ein brúkilig basaltflógv
Landsverkfrøðingurin sigur, at kortini varð mælt til at kanna eina basaltflógv nærri, og hetta var gjørt við kjarnuboringum og øðrum kanningum.
? Hesar kanningarnar staðfestu í sera stóran mun ta jarfrøðiligu kortleggingina , sum vísti, at lendið er trupult at fáast við. Men júst hendan basaltflógvin vísir seg at vera vælegnað til bora tunnil ígjøgnum.
Hann sigur, at tí varð gjørt av at projektera tunnilin í hesum flógv og ikki aðrastaðni.
Hetta er tunnilin, sum er nakað uppi í fjallinum.
Hann dylir ikki fyri at ein orsøkin til, at hendan loysnin varð vald, er, at sporini ræða, tí landsverkfrøðingurin hevur sera ringar royndir av tunnilsarbeiði í Suðuroynni. Hann hugsar serliga um Sumbiarbergholið, sum var ein long marra, frá tí fyrsta skotinum at kalla heilt til endans, tí fjallið var so vánaligt.
Men hann sigur, at hesin hovstunnilin, sum ætlanin var at gera, stendur fult mát við nýmótans veganetið í Føroyum, bæði viðvíkjandi hædd, halli og vannrættum kurvum.
Hann viðgongur tó, at tað er óheppið, at tað ikki slepst undan tí brekkunum og svingunum niðan úr Hovi.
? Men seinni er ætlanin at føra vegin frá tunlinum inn í dalin og at binda í Hovsvegin niðri í dalinum og so er tann trupulleikin loystur. Hesin vegurin kostar 20 milliónir. Hann er ikki við í sjálvari tunnilsætlanini, men skuldi gerast seinni.
Oyvindur Brimnes sigur, at ætlanin var at bjóða arbeiðið út yvir trý ár.
Á fíggjarlógini í ár vórðu sjey milliónir krónur settar av til endamálið. Men tað vildi verið skeivt at bjóða arbeiðið út, uttan at vita við vissu, at nóg mikið av peningi var tey komandi árini, og tí var gjørt av, at Landsverkfrøðingurin skuldi arbeiða fyri hesa upphæddina.

Lítil munur á prísinum
Oyvindur Brimnes vísir á, at í februar í ár kom so fram, at NCC metti, at tað kundi gera tunnilin longri niðri og longri vesturi í dalinum fyri 92 milliónir, tá ið hann varð liðugt tryggjaður og asfalteraður. Hesin tunnilin hevði blivið 2,4 kilometrar og 200 metrar av vegi skuldi gerast.
? Henda meting var gjørd út frá tí vitan, NCC hevði tá. Og av tí at útgerðin er so framkomin í dag, helt felagið ikki, at tað varð neyðugt at gera fleiri kanningar. Tó skuldi ein jarðfrøðilig kanning gerast fyri at fastleggja endaligu linjuføringina.
? Seinni kom so aftur fram, at vegatekniskt var tað uppaftur betri at gera tunnilin enn longri vesturi, men hesin tunnilin hevði blivið tríggjar kilometrar langur.
Oyvindur Brimnes sigur, at hendan linjuføringin liggur í økinum, har uppskot var at gera tunnilin í síni tíð, áðrenn tær jarfrøðiligu kanningarnar vórðu gjørdar.
Hann sigur, at fyri ferðsluna er hetta tann besti tunnilin.
Samstundis metti NCC, at tað kundi gera hann fyri einar 30 milliónir minni, enn Landsverkfrøðingurin kundi gera ætlaða tunnilin longri uppi fyri.
? Eisini varð ført fram, at kann grótið brúkast til nýggju samferðsluhavnina, kunnu einar 15 milliónir sparast afturat.
? Tí gjørdu vit beinanvegin av at kanna hesar upplýsingar nærri, sigur Landsverkfrøðingurin.
Hann sigur, at hann vendi sær til ?Statkraft Grøner AS?, sum er av fremstu, ráðgevandi fyritøkunum á økinum í Noregi.
? Niðurstøðan hjá hesum felagi var, at uttan fleiri jarðfrøðiligar kanningar, var vágin sera stórur, og tí mælti tað í fyrsta lagi Landsverkfrøðinginum til at gera 3-4 kjarnuboringar.
? Vit spurdu eisini, um NCC kundi gera arbeiðið fyri fastan prís og samstundis átaka sær vágan, men hetta kundi felagið ikki, sigur Landsverkfrøðingurin.
? Er tað ikki so, at NCC hevur boðið sær til at átaka sær vanliga vágan, sum er staðfestur í einum skjali, sum nevnist ?AB 92? og sum verður brúkt nú á døgum?
? Jù. Men í AB 92 stendur eisini, at kemur entreprenørurin í trupulleikar av tí at jarðfrøðiligu forkanningarnar ikki eru nóg neyvar, er tað byggiharrin, sum hongur upp á tað. Tað vil siga, at so hevði Landsstýrið hingið upp á tað og tí er tað neyðugt at gera so neyvar kanningar sum gjørligt, sigur Oyvindur Brimnes.

Prísir kunnu ikki samanberast
Landsverkfrøðingurin sigur eisini at tað var verri at meta um prísin, tí útrokningarnar vóru ikki gjørdar á sama grundarlagi. Tað var heldur ikki heilt greitt, hvussu nógv var við í metingini hjá NCC. Landsverkfrøðingirn metti tó, at kann alt grótið nýtast til samferðsluhavn, og annars eingir aðrir trupulleikar stinga seg upp, sum ikki eru í einum grótbroti, kunnu vit spart 15 milliónir við at knýta tunnilsarbeiðið og samferðsluhavnina saman.
? Men tá er roknað við, at grótið hevur einki virði, um tað ikki verður nýtt til havnina.
Landverkfrøðingurin hevur síðani samanborið uppskotini sum eru um, hvar tunnilin skal vera og eftir tí hevur hann gjørt so neyvar kostnaðarmetingar, sum tað ber til at gera við tí vitan, sum er til taks nú.
? Hesar metingar vísa, at kostnaðurin fyri ætlanina hjá Landsverkfrøðinginum verður 112 milliónir, tann styttri tunnilin hjá hjá NCC fer at kosta 109 milliónir og tann longri tunnulin hjá NCC fer at kosta 119 milliónir.
? Hesi tøl skulu skiljast soleiðis, at um ein av loysnunum kann gerast bíligari, kunnu hinar eisini gerast tilsvarandi bíligari.
Oyvindur Brimnes sigur, at hesar metingar eru uttan eyka kostnað fyri trupul jarfrøðilig viðurskifti, sum størri sanlíkindi eru fyri í trupla økinum, har NCC hevur bjóðað sær at bora.
? Hinvegin er heldur ikki roknað við vegnum inn í dalin i Hovi, sum ætlanin hevur verið at gjørt í sambandi við tunnilin hjá Landsverkfrøðinginum og sum kostaði einar 20 milliónir.
Landsverkfrøåingurin sigur, at síðani lógaruppskotið um samferðsluhavn er samtykt, er arbeiðið við víðari kanningum farið í gongd, og arbeitt verður so skjótt sum gjørligt, so tað kann gerast møguligt at nýta grótið úr eini møguligari tunnilsverkætlan til samferðsluhavnina.
? Tá ið úslitið av kanningunum fyriliggur, verður mett um, hvør skilabesta loysnin er, sigur Oyvindur Brimnes.



MYND AV TUNLUM
Hetta eru í høvuðsheitum tey bæði uppskotini, sum eru frammi um at gera tunnil ímillum Øravík og Hov. Tunnilin høgrumegin, er nakað uppí í hæddini og hetta er tann, sum Landsverkfrøðingurin ætlaði at gera. Tunnilin vinstrumegin er tann, sum NCC hevur boðið sær til at gera. Hann er longri niðri í dalinum og fyri ferðsluna er hann tann besti. Men Landsverkfrøðingurin sigur, at har er lendið vánaligt og at tað er vágaverk at fara undir hann, uttan at kanna lendið meiri