Tunnilin ímillum Øravík og Hov er í góðum hondum

? Arbeiðið at fyrireika tunnil ímillum Øravík og Hov, gongur so skjótt, sum tað yvirhøvur kann, sigur BjarniDjurholm, landsstýrismaður. Tað er greitt, at tunnilin skal vera niðri í dalinum, sigur Henrik Old, løgtingsmaður

Hovstunnilin

Arbeiðið at gera tunnil ímillum Oravík og Hov er í góðum og tryggum hondum.
Tað staðfestir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann vísir staðiliga aftur, tí sum Hergeir Nielsen førir fram um, at samgongan í veruleikanum súltar ætlanina at gera tunniln ímillum Øravík og Hov.
Tvørturímóti vísir Bjarni Djurholm á, at samgongan arbeiðið so skjótt, sum hon kann við málinum.
? Er tað nakað, so leggur hendan samgongan størri dent á at fáa ætlanina framda enn undanfarna samgongan gjørdi.
Hann sigur sostatt, at málið gongur sína gongd.

So gott grundarlag sum gjørligt
Bjarni Djurholm sigur, at norski ráðgevarin hjá Landsverkfrøðinginum hevur mælt til, at gera eina kjarnuboring afturat.
?Hetta arbeiðið sleppur Landsverkfrøðingurin ikki í holt, fyrrenn fíggjarlógin er samtykt, tí hann hevur ikki pening til tað í løtuni.
Hann sigur, at so skjótt fíggjarlógin er samtykt, fer Landsverkfrøðingurin at gera kjarnuborngina, sum skal gerast.
? Síðani skal so ein projektering gerast og verklagslóg gerast. Ikki fyrrenn tá kann endaliga politiska viðgerðin vera, har verklagslógin skal samtykkjast.
Annars eru tvey uppskot um, hvar tunnilin ímillum Øravík og Hov skal borast. Inntøkini eru, har rundingarnir eru á myndini. NCC hevur bjóðað sær til at gera tann niðara tunnilin, sum er nógv betri fyri ferðsluna. Hinvegin ætlaði Landsverkfrøðingurin upprunaliga at gera tunnilin longri uppi í fjallinum, har jarðfrøðiligu viðurskiftini eru tryggari.
Stóri spurningurin er so um tunnilin verður niðri í dalinum, ella um hon verður longri uppi í fjallinum.
? Vit arbeiða eftir eini ætlan, har Landsverkfrøðingurin fyrireikar ein tunnil í neðra. Men enn er jarðfrøðiliga óvissan ov stór til at vit kunnu gera eina verklagslóg. Fyrrenn seinasta kjarnuboringin er gjørd, hava vit sostatt ikki fullgott grundarlag at taka støðu útfrá, sigur landsstýrismaðurin.
Nú fíggjarlógin var til viðgerðar, fýltust Hergeir Nielsen á, at tú hevði upplýst, hvat arbeiðið er mett at kosta, tí hann metir, at tað fer at dýrka arbeiðið.
?Tað er høpisleyst. Bæði tá ið tunnilin undir Vestmannasundi varð gjørdur og nú tunnil verður gjørdur undir Leirvíksfjørð, hevur verið upplýst, hvat arbeiðið varð mett at kosta og tað er onki undarligt í tí. Tað er kapping ímillum teir, sum bjóða og teir, sum koma við lægsta tilboðnum, fáa arbeiði.
Hví er ætlanin nú at gera útrokningar av, hvør nytta er í tunlinum afturímóti tí, sum hann kostar. Hetta er ikki gjørt fyri at meta um, hvør nytta er í einum tunli yvirhøvur. Men ætlanin er at rokna út, hvat tær ymsu linguføringarnar kosta at bora afturímóti teirri nyttu, sum fæst burturúr. Tað er ikki meiri enn rímiligt og tað seinkar ikki ætlanini tað allarminsta, sigur .

Kjakið er liðugt
Eisini Henrik Old, løgtingsmaður úr Suðuroy, sum eisini er í samgongu, vísir aftur, at ætlanin at gera tunnilin er súltað.
? Tað er stór semja um, at tunnilin skal gerast nú.
Samstundis staðfestir hann, at kjakið um, hvar tunnilin skal vera, er liðugt.
Sostatt staðfestir hann, at tunnilin skal vera niðri í dalinum, har hann liggur nógv betri fyri ferðsluna. Og sostatt staðfestir hann eisini, at ætlanin at gera tunnilin uppi í fjallinum, har Landsverkfrøðingurin ætlaði at gera hann, er slept.
?Norski ráðgevarin hjá Landsverkfrøðinginum hevur mælt til at gera eina kjarnuboring afturat og tað kunnu vit ikki vera ímóti.
? Tað er umráðandi at hava so gott grundarlag sum gjørligt, tá ið arbeiðið verður boðið út, tí er útbjóðingargrundarlagið ikki nóg gott, og trupulleikar stinga seg upp, heftir útbjóðarin fyri eykaútreiðslunum.
?Einasta ivamálið, sum nú er um, er akkurát, hvørja linjuføring niðri í dalinum, sum borast skal eftir, og um tunnilin kemur at snara eitt sindur hendavegin ella handavegin, tí onkustaðni er grótið eitt sindur ivingarsamt.
? Tað hevur ongan týdning sum so. Tað einasta, sum hevur týdning er, at tunnilin fer inn í neðra og kemur út aftur í neðra. Og tað liggur fast, sigur Henrik Old.
Vit spurdu eisini Henrik Old, hví ætlanin er nú at gera útrokningar fyri, hvussu stór nytta er í tunlinum afturímóti tí, sum hann kostar.
? Hetta má vera ein leivd frá Carragata- álitinum . Eg dugi ikki at síggja nakað endamál við tí, tí vit hava longu gjørt av, at tunnilin skal gerast, sigur Henrik Old.