Tunnilsætlanin hjá Bank Nordic er hol í høvdið

Um tíðindini í SVF eru eftirfarandi.
Ætlanin er so blóðórættvís.

Ein kann spyrja, um ferðaseðlaprísurin eisini skal hækkast við t.d. 100 kr hjá Súluni, Sildberanum, Sam, Teistanum, Smyrli o.ø. So høvdu tey ið ferðast sjóvegis eisini “sloppið” at verið við til at stuðla útbyggingina av Skálafjarðartunnlinum. Og við at legga enn meiri byrðar á tey, ið longu nú gjalda nógv fyri at ferðast, kunnu tey, sum í dag sleppa undan at gjalda, framhaldandi sleppa undan.
Álvaratos. Hetta uppskot í Bank Nordik kemur við, er heilt langt úti.
Avtalan við bæði Vága tunnli og Norðoya tunnli var, at restupphæddin skuldi gjaldast niður av teimum ið ferðaðust. Tá tunnlarnir vóru niðurgoldnir, skuldi koyrast eftir somu treytum har, sum eftir landsvegakervinum annars. Tað var og er avtalan, og henni kunnu vit liva við.
Eg má spyrja Jóannis Eidesgaard : hvar er solidariteturin í “hol í høvd uppskotinum” hjá CHE og Bank Nordic?. Boðini eru nevniliga greið: Vágafólk og Norðoyingar skulu gjalda Eysturoyartunnilin –stórt sæð. Hví skulu hesi fólk gjalda milliarda upphæddir meira enn aðrir føroyingar? Er tað ikki ósolidariskt?
Korta nei til hasa ætlanina hjá CHE og Bank Nordic.
Latið vera við at gera ein part av Føroyum til økir, har avgjaldstrælir búgva.
Mítt ynski er at vit
1:Lata ferðsluna gjalda Eysturoyartunnilin
2 :Lata øll gjalda Sandoyartunnilin