Samljóð í Skopun verður fríggjadagin klokkan 19.00 karmur um søguligan og forvitnisligan fund.
Í samband við at arbeitt verður, við at fáa undursjóvartunnil til Sandoynna, hevur ein fyribils tunnilsnevnd, sum er skipað av teimum politisku vælfeløgunum í Sandoyar sýðslu, tikið stig til ein kunnandi fund í Samljóð i Skopun.
Nevndin hevur kunnað Suðuroyar Vinnuráð, og aðrar persónar har, um tað sum arbeitt hevur verið við og fingið teir við í málið. Nevndin hevur møtt stórari vælvild frá teimun í Suðuroynni, sum vit hava verði í samband við og stór semja er millum báðar oyggjarnar, at saman standa vit sterkari, verður sagt í tíðindaskrivi frá fyrireikandi nevndini.
-Í Sandoynni er onki vinnufelag og eingin felagskommuna, sum til dømis í Vágunum. Tí hava tey politisku vælfeløgini tikið stig til hetta, og halda vit at hetta hevur verið eitt fruktargott samstarv. Kommunurnar í Sandoynni eru kunnaðar um fundin. Og tær eru positivar og vilja uttan himpr stuðla okkum í hesum arbeiði, sigur nevndin, ið eisini hevur sett upp skrá fyri fundin.
Fyrimunir við undursjóvartunnli:
·Fáa betri samband fyri vinnulívi, fiskaflutning, pendlarar, næmingar og onnur.
·Ferðavinnan verður styrkt munandi.
·Suðuroyingar hava møguleika til at fáa nógv fleiri túrar við eini Suðurleið.
·Betri møguleikar at flyta orku, her verður hugsað um háspenningskápul ígjøgnum tunnilin.
·Møguleika til alternativa orku so sum alduorka, vindmyllur.
·Møguleikar við avlopsgróti.
Vansar um tunnil ikki kemur:
·Suðuroy og Sandoy koma við tíðini at verða eftirbátar og koma sum frálíður at armast út sum samfeløg.
Við á fundinum sum fyrilestrahaldarar verða:
·Dávur Reinert Hansen
·Svein Kristiansen
·Oyvindur Brimnes
Fyriskiparar eru tey politisku vælfeløgini í Sandoynni: Folkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
Kontaktpersónar fyri fyriskipararnar eru Ingimar Thomsen og Wiljam Sand Davidsen.