Tunnilsmyrkur, tingið og tapandi tjóðin

Almennu Føroyar hava ikki ráð til ein Sandoyartunnil fyri oman fyri eina milliard, so leingi sum fráflytingin stendur við og versnar. Tí hvat nyttar tað at bjarga einum útjaðaraøki, um øll tjóðin samtundis tapir í beinhørðu kappingini um okkara fólkatilfeingi?

“Um fólkatalið minkar (…), hvat skulu vit so byggja ein tunnil til?”
Hetta var allar sein­asti setningurin í tunnils­kjaki­num millum Kára P. Højgaard og Bárð Nielsen týskvøldið, nú sjónvarpstíðindi aftur eru á skerminum eftir eitt drúgt summar. Bárður Niel­sen átti lakonisku replikk­ina, áðrenn verturin Bogi Godt­fred boðaði frá, at nú var tímaglasið runnið. Sjón­varps­kjak hava tann undarliga egin­leikan, at tey ofta enda, júst tá tey eru komin í gongd – tá tey stóru perspektivini trek­liga koma undan kavi.
Ein góðan tíma framman­undan var partamaðurin hjá Bárði, Johan Dahl, í sam­røðu við Una Holm Johanne­sen í útvarpinum. Og vinnumálaráðharrin dittaði sær at seta aktuella tunnils­kjak­ið í perspektiv:
”Okur hava nógv onnur ting at brúka pengar til í hes­um samfelagnum enn tun­lar í løtuni”, segði títt­mæl­ti lands­stýris­maðurin í sam­ferðslu­málum.
Hoyrdi ein rætt? Var tað veruliga ein sam­gongu­politikari, sum setti spurn­ar­tekin við ta tunnils-psyko­suna, sum hevur rakt politisku skipanina sein­astu tíðina? Er Johan Dahl veruliga vorðin ljósið í tí tunnilsmyrkrinum, sum tykist hava myrkalagt huga­rens­lið hjá ráðandi oddvitum land­sins?

“Hol í høvdið!”
Men tað var ikki eg, sum var plág­aður av ynskihugsanum og hallusinatoriskum gykli. Í somu tíðindasending ávar­aði Johan Dahl staðiliga ímóti at plyndra fæið í tí niður­lagda landsbankanum á 150 milliónir til ein tunnil í Sandoynna, soleiðis sum hansara floksformaður og sam­gonguleiðari, Kaj Leo Holm Johannesen, annars hev­­ur róð framundir. Jørgen Nicla­­sen lovaði annars í út­varps­­tíð­indunum tann 28. sep­tem­ber í fjør, at politik­ar­ar­nir fóru at halda fingrarnar vekk frá ognini hjá gamla lands­bankanum. Men nú hevur pípan brádliga fingið eitt annað ljóð.

Gerhard Lognberg, Páll á Reyna­túgvu og Brandur Sand­oy skulu við øðrum orð­um keypast fyri 150 millió­nir. Var einki alter­na­tivt uppskot komið fram, vóru hasir pengarnir held­ur ikki lovaðir teimum trim­um. Og hevði ”onkur” í lands­stýrinum ikki likið hetta út til pressuna, hevði duldar­fulla verkætlanin longu verið undirskrivað av lands­stýrismanninum.

Við øllum sínum juridiska orða­feingi dróg Halgir Winther Poulsen, advokatur, saman­um í Degi og Viku mána­kvøldið við trimum stutt­um orðum: “Hol í høvd­ið!”

Eingin flokkur er heldur in­takt­ur í hesum málinum. Utt­an Sjálvstýrisflokkurin, sum herfyri fór á val við lyfti­num um IKKI at vera ein tunnilsflokkur. Og Javn­að­ar­flokkurin er ein­asti flokkurin, sum hevur ásannað, at hann hev­ur ein trupulleika, um hann ikki er intaktur. So fæst at síggja, um formaðurin í Javn­að­ar­flokki­n­um torir at gera tað, sum Jóannes Eidesgaard ongan­tíð tordi...

Alt málið er altso enn eitt dømi um, at vit hava ikki flokkar í orðsins sanna týdn­ingi. Vit hava lokal­politik­arar. Alliansurnar í tinginum hvíla ikki á lands­politiskum visjónum, men á lokal­politisk­um será­huga­mál­um.

Tá Gerhard kann koyra til arbeiðis...
Í áðurnevndu útvarps­send­ing fór Johan Dahl kor­t­ini ikki so langt, sum ein kundi hugsað sær (hann indi­ker­aði framvegis, at Sandoy­ar­­tunnilin skal fremjast). Men hann nærkaðist í øllum før­um einum spurningi, sum fáir politikarar hava sett fram alment seinastu tíð­ina: hava almennu Før­oy­ar yvirhøvur ráð til at bygg­ja Sandoyartunnilin – ein dundrandi undir­skots­verkætl­an fyri omanfyri eina milliard? Fer hendan íløg­an at fáa fleiri fólk at velja Føroyar fram um onn­ur lond? Fara tey ungu og kvinn­urnar at støðast, tá ak­førini rulla ígjøgnum holið, og Gerhard loksins kann koyra til arbeiðis í Havn? Eru tað ikki onnur og meiri átrok­andi mál, sum høvdu ver­ið til størri gagns fyri allar Føroyar, t.d. innanfyri út­búgving og aðrar vitalar væl­ferð­ar­tæn­ast­ur? Johan Dahl nevndi sjálv­ur dreymin um eitt savn­að universitetskampus á Debesartrøð. Kundi hendan astro­nom­iska upphæddin ikki verið brúkt til okkurt skil­a­betri í beinhørðu kapp­ingini við útheimin, t.d. at seta í verk fleiri av teimum 37 átøkunum í álitinum um fólka­vøkstur og fráflyting, sum Erika Hayfield í vár legði fram vegna Vinnu­mála­ráð­ið?

Eitt afturvendandi svar er, at ”vit skulu ikki seta tingini upp ímóti hvørjum øðrum”. Men hetta er ein vitleysur setn­ing­ur. Politikkur snýr seg um raðfestingar. Um at velja og vraka. Og ein milliard til ein Sandoyartunnil er ein milliard minni til aðrar neyðugar íløgur.

Útjaðarin vinnur – tjóðin tapir
Fyri nøkrum árum síðani kjak­aðist familjan Føroyar um, hvørt vit hava ráð til ein Sandoyartunnil ella ikki. Men nú eru bæði andstøða og samgonga samd um, at tað almenna skal fíggja ein Sandoyar­tunnil. Ósemjan snýr seg bara um, hvørt hann skal fíggjast av inntøkum frá øðr­um tunlum ella ikki. Men tað er eingin náttúrulóg, at væntaða yvirskotið av Eystur­oy­ar­tunlinum – sum sam­bært útrokningum hjá Landsverki fer at bera seg – partú skal í ein annan tunnil.

Um Føroyar vóru eitt land við blómandi fólkavøkstri og ein­um sterkum miðstaðarøki, sum stóð seg væl í náðileysu kapp­ingini við útheimin, hevði støðan verið ein onnur. Men sum flest allir føroyingar eftirhondini eru tvangsfóðraðir við sein­astu árini, eru Føroyar ikki eitt slíkt land. Fleiri ár á rað hevur fólkatalið verið fallandi, hóast burðaravlopið fram­vegis er eitt tað hægsta í Evropa. Hvørt ár flyta um­leið 150 føroyingar av landi­num, sum ongantíð koma heim­aftur. Avleiðingin er, at tey eldru gerast fleiri, og tey yngru gerast færri. Alt ov nógvar kvinnur støðast held­ur ikki. Alt í alt ein ónd, demo­grafisk ringrás, sum spaku­liga drenar landið fyri sosial, mentanarlig og bú-skapar­lig virði.

Tí snýr tað seg ikki um at bjarga eini oyggj við gott 1200 fólkum. Tað snýr seg um at bjarga einum landi. Tí mugu Sandoyggin og onnur útjaðara­øki víkja, so leingi sum tað størra slagið ikki er vunnið. Og tað er slagið um tann vaksandi skaran av fólki, sum velur Føroyar frá, tí at miðstaðirnir kring okkum eru meiri attraktivir enn størru búplássini í Før­oy­um.

Eg skilji væl, at sandoyingar ynskja sær ein tunnil. Tað hevði eg allarhelst eisini gjørt, um eg búði á hesi vøkru oyggj og æt Katrin Petersen, Sakaris Stórá ella Eli Hentze (uttan at hava kannað, hvat hesi góðu fólk annars meina). Men tað nyttar bara einki at bjarga einum øki, um tjóðin samstundis tapir.

300 mió. til samferðslu í ár
Tað margháttliga er, at lands­stýrismaðurin í inn­l­endis­málum fleiri ferðir hevur brúkt stóru fráflytingina úr Føroyum sum grundgeving fyri, at Eysturoyartunnilin skal vera privatur. Vit kunnu jú ikki spáa um ferða­flutn­in­g­in í einum landi, hvørs íbúgv­ar rýma. Men um Kári og hini í samgonguni veru­liga bera ótta fyri, at so fá fólk fara at búleikast á hesum kørgu klettum um 30 ár, áttu tey heldur at kropið úr tunnilsmyrkrinum og skift radikalt fokus.

Er tað óttin fyri atkvøðum, sum transenderar alt vit og skil? Er tað ótt­in fyri hyster­isk­um lokal­politik­ar­um, hvørs sjónarringur ikki røkkur út um teirra egna, polit­iska feitilendi?

Í 2013 brúka almennu Føroyar knappar 300 milliónir til innlendis samferðslu, um íløgur og rakstur hjá bæði Strandferðsluni og Lands­verki verða løgd saman. Og sjálv­sagt má eitt og hvørt funk­tionelt samfelag hava eitt vælvirkandi infrakervi. Men flyta vit hendan logikk­in yvir á farleiðina út í heim, so ger man tað øvugta. Flog­breytin, sum bindur Før­oya­r og umheimin saman, verð­ur skattað og tyngd við avgjøldum. Er hesin politikk­ur­in mennandi fyri Før­oyar?

Um 30 ár...
Vit hava brúk fyri politikar­um, sum vilja vinna tað størra slagið. Men so leingi sum landið verður stýrt av politikarum, sum fyrst og fremst hugsa um egin, lokal áhuga­mál, fara Føroyar fram­hald­andi at tapa. So kann man vakna við kaldan dreym um 30 ár, tá framtíðarmyndin hjá Kára P. Højgaard er vorð­in veruleiki, og eingir bilar eru at koyra ígjøgnum tunlar­nar.

Og so eru vit loksins komin aftur til áðurnevnda spurn­ing­in hjá Bárði Nielsen í sjón­varps­stovuni týskvøldið. Men tímaglasið var runnið, og Bárður fekk ongantíð svar. Tað hava vit onnur heldur ikki fingið.