Tunnlarnir norður um fjall á Borðoynni

Nú nógv verður tosað um tunnlar norður um fjall á Borðoynni, vil eg hervið koma við eini áheitan á landsins mynduleikar um at seta seg niður og hugsa logiskt og nýta eitt lítið sindur av viti og skili, so at sleppast kann undan at koma afturum aftur og siga: »Hví gjørdu vit ikki tað rætta beinanvegin?«

Alt tos um at gera tunnil úr Ánunum og til Árnafjarðar er púra burtur úr vón og viti, og tað skal ikki so nógv vit til fyri at skilja tað.

Sjálvandi skal tunnilin ganga úr Gerðabø og til Árnafjarðar og síðan víðari har frá og til Norðtoftir.

Tað kann ikki vera meiningin, at vit norðan fyri fjall skulu yvir í Ánir, fyri síðani at koyra víðari, bert tí at ein góðshavn er har, og tí at tað eru nakrir handlar á eystara armi í Klaksvík. Tað eru eisini handlar á vestara armi!

Um góðshavnin í Ánunum og handlarnir á eystara armi í Klaksvík ikki klára seg uttan hjálp frá einum tunnli úr Ánunum, so klára tey seg kortini ikki.

Nei, sjálvandi koyra allir teir uml. 1300 bilarnir um døgnið (og teir verða fleiri tá ið tunnlarnir eru gjørdir) beinleiðis yvir í Gerðabø, fyri síðani at koyra víðari. Teir sum skulu til Klaksvíkar, koyra inn í Klaksvík, og hinir beinleiðis inn í Norðoyatunnilin.

Tað verður gjørt rættiliga nógv fyri at fáa ferðsluna út um bygt øki allastaðni runt um í landinum. Og her hava vit ein so góðan møguleika við at fara inn í Gerðabø, og harvið sleppa undan óneyðugari ferðslu ígjøgnum Klaksvík.

Hugsa vit um ferðslutrygdina, og ikki minst Co2 útlátið, og so eisini tað, at farleiðin hjá øllum føroyingum til miðstaðarøkið skal styttast mest gjørligt, so er avgjørt best at koyra eftir einum landsvegi uttan um bygt øki.

Hendan loysnin við tunnli úr Gerðabøð er eitt sindur dýrari, verður sagt. Men tað er bert partvíst rætt. Tí um tunnilin verður gjørdur úr Ánunum, so ganga nøkur ár, og so má Landsverk gera veg niðri undir Kjølinum, sum eg tó vil pástanda ikki letur seg gera. Tað vil siga at einasta loysn tá, er at gera tunnil undir Kjølinum norður í Ánirnar. Ikki er ringt vita, hvør loysn tá verur dýrari. Alt hetta stríð sleppa vit undan við at fara inn í Gerðabø, og vit fáa ta bestu og bíligastu loysnina beinanvegin. Øll minnast vit stríðið í Lorvík.

Mín áheitan á Føroya Løgting skal tí vera: Nýtið nú vit og skil, so at tit velja ta bestu og røttu loysnina beinanvegin, soleiðis at sleppast kann undan lappaloysnum, sum til seinast verða nógv dýrari.