Tunnusláttur endaði við harðskapi

Ein ungur maður skuldsettur fyri harðskap, sum hendi í samband við tunnusláttur

Hóast fríggjanáttin hevur verið friðarlig, endaði ein føstulávintsveitsla við harðskapi. 

 

- Vit fingu boð um ein harðskapstilburð í nátt. Talan var um ein ungan mann, ið hevði sligið og sparkað ein annan mann í samband við tunnusláttur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

Maðurin er nú handtikin, og er skuldsettur fyri harðskap. Hann skal til avhoyringar í dag.

 

Vakthavandi leggur afturat, at umframt harðskapsmálið, hevur verið friðarligt. 

 

- Vit hava eisini havt minni tilburðir við fullum fólki, sum skuldu koyrast heim ella yvirnátta á løgreglustøðini, sigur vakthavandi at enda.